Fýra fólk eru funnin deyð í einum niðurbrunnum summarhúsum í Svøríki. Sambært tí lokala sløkkiliðnum stendur bara kaminan eftir. Ein dani átti húsini, og svenska løgreglan sigur, at ein bilur við donskum nummarplátum er funnin við húsini.
Summarhúsini standa í Härja einar 150 kilometrar í landnyrðing úr Göteborg. Svenska løgreglan hevur yvirhøvur verið varin við upplýsingum um vanlukkuna, men sum skilst kann tað ikki útilokast, at eldurin er ásettur.
Svenska Aftonbladet veit at siga, at seks fólk vóru í summarhúsunum, men svenska løgreglan hevur ongar viðmerkingar til tey tíðindini.









