hevur ikki góðtikið tað, kundi man síggja á honum, hann arbeiddi álíkavæl, tí arbeiðsevnini hjá Geilamonnunum hava verið framúr. Heðin giftist til skopunar við Tórfríð Hentze, saman fingu tey børnini Súsannu [...] Súsannu, Mads og Herfríð Sum ungur fór Heðin til skips, sum aðrir ungir menn. Sjálvur dámdi honum væl, var ímillum teir fremstu. Heðin lærdi til skipara, tað var eisini hansara yrki leingi. Brøðurnir av Kletti [...] stóran skaða. Tá hann var komin fyri seg aftur, fór hesin pressari at læra til elektrikkara, og bleiv tað arbeiði hjá honum til sjúkan forðaði hesum. Jú, tey síðstu tvey árini sá tú henda vakra skálavíksjingin
brúktir til at innrætta salongina í sunnara enda á húsunum, soleiðis at Sólvá kundi reka sítt virksemi, og hjálpti hann eisini sera væl til við hennara virksemi. Henning gav sær altíð tíð til at steðga [...] er fløvandi, at so nógv vilja vísa samkenslu og eg veit, at tit í sorgini høvdu yvirskot til at gleðast um hetta. Vit fegnast um tíðina vit fingu loyvi til at hava Henning sum part av arbeiðstoyminum [...] lítla bygdasamfelag, tá ið hann og Sólvá við trimum børnum fluttu heim til Føroya, eftir at hava búleikast í Noregi í nógv ár. Ikki tí, vit kendu Henning væl frá nógvum vitjanum, og vit gleddust saman
Síðan fór eg heim. Morgunin eftir bleiv eg vaktur »Tú vart farin heim til Harran«. Tøgn, eg skilti einki, fekk tað ikki at passa. Men so var, ófatuligt og sárt. Vit hugsa um teg Páll, børnini við familju [...] Jógvan, Herborg, Hans við familjum. Eitt rím um at Deyðin er ikki tað seinasta. Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnuna. Eg eri eg, og tú ert tú. Tað sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað [...] natúrliga, ikki við gráturødd. Lívið er framvegis dýrabart: tað er eins og tað altíð var; Tað heldur fram øld eftir øld. Deyði og lív hoyra saman, hví skuldi eg fari úr huga, um eg fór úr eygsjón? Eg bíði bara
Tað vóru ikki so nógvir møguleikar hjá ungfólki í Føroyum tá, so tey fóru niður undan krígnum. Tá ið kríggið kom, slapst ikki heim aftur til Føroya, so tey giftust fyrst í 40-unum og fingu børnini: Jákup [...] javnaldrar og systkinabørn. Tað vóru ikki góðar umstøður í Føroyum í 50-unum, tí minnist eg enn, hvussu væl tað kom við at fáa ein klædning, sum Gunnar var vaksin úr, men sum eg passaði. Búgvandi í Keypmannahavn [...] so tey máttu fara út teirra egnu song fyri at hýsa gestunum. Tilknýtið til Føroyar kom at vera stórt, og tey eru øll komin nógv til Føroyar. Tey flestu teirra hava eisini búð skifti í Føroyum. Í Danmark
send til Danmarkar, tí ongin skúli kundi hava tey. Fyrstu tíðina vóru tey tveyeini ? tað var til stóra gleði og signing. Undirritaða var so heppin at fáa arbeiði á hesum skúla. Eg nýti høvi til at takka [...] leingi. Alt vóru ikki reyðar rósur, nei, tí nú knappliga høvdu nøkur funnið útav, at tað var ikki gott fyri børn at fara heimaní frá. Eingin hevði gjørt vart við hetta tá børnini vóru send til Danmarkar. Vit [...] so skammiliga. Tað er tíverri so, at tað sum eydnast væl og gongur væl ikki má fáa loyvi til tað í Føroyum. Eg takki Gudi fyri, at eg fekk ta gleði at arbeiða saman við Ditlev. Hann lærdi okkum nógv. Hann
at møta upp, soleiðis var hesin merkismaður, sum eg helt nógv av. Eg biði Jesus styrkja tykkum í hesum sakni, góða Gigga, børnini, svigarbørnini, abbabørnini og langabbabørnini. Gerhard [...] ein av teimum stillu í landinum, hann var ein trúgvandi maður, hann setti ikki ljósið undir skeppuna. Eg minnist aftur til, tá hann arbeiddi saman við mær í ambulansatænastuni, hvørja ferð hann kom [...] vendur ikki tómt aftur sigur Skriftin. Jú, eg kundi hildi áfram at skrivað um henda merkismann, sum tú eisni kundi treffa í kjallaranum, har hann fekst við at gera borðabátar. At enda vil eg nevna at
stykkið ikki var so stórt, fekk hon nógv burturúr. So plagdi Brynhild at siga við meg: »Eg skal nokk hyggja eftir vogninum. Eg eri her kortini«. Ja, góða Brynhild. Eg fari at sakna teg, tá eg komi heim [...] kom eitt sindur dátt við at hoyra, at Brynhild var deyð, sjálvt um heilsan ikki hevði verið so góð í seinastuni. Góða Brynhild. Eg, mamma og systkin míni hava nógv at takka tær og Hans fyri. Hans doyði tíðliga [...] Vit búðu í Havn í nógv ár, áðrenn vit fluttu til Danmarkar at búgva. Siti og minnist gamlar dagar í Gøtu, tá vit komu at vitja mammu og pápa, og børnini vóru smá og lógu í vogni. Tað var ongantíð nakað
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her. Men, hon er ikki meir; tað er jú tí eg gráti. Stundum tá íð eg eygleiði fuglarnar, øvundi eg teimum teirra frælsi. Nú ein morgunin sá eg eitt svanapar [...] Dagfinn og Páll. At skriva minningarorð um mammu er ikki lætt, hvat skal eg skriva? Alt minnir um hana. Hon hevur altíð verið har, alt síðan eg varð til. Tað hevur altíð verið hon sum hevur ugga og uppmuntra [...] blaðung til Havnar at tæna í nøkur ár, og giftist seinni við pápa, Magnus Olsen, úr Rituvík, har tey eisini búðu tey fyrstu árini. Í 1964 fluttu vit til Runavíkar. Tey fingu okkum fýra børnini, Regin,
fingu boðini um at Birgit var vorðin sjúk og innløgd á Landssjúkrahúsið, tað kundi ikki passa hildu vit, »hon kundi ikki verða sjúk«. Vit høvdu júst tosa við hana dagin fyri, tey vóru tá afturkomin av D [...] saman við okkum systkum, og var ein av okkum. Birgit var tvey ár eldri enn eg, so vit fingu eitt sera gott og tætt tilknýti hvør til annað. Hon hevur verið mær ein sera stóð stórasystir upp gjøgnum árini. [...] komu tey aftur til Føroyar. Tey bygdu hús í Hoyvík, og har skaptu tey eitt trygt og fyrimyndarligt heim fyri seg og synirnar Hanus og Tummas. Vit hava góð minnir um gummu í Hoyvík, sum børnini kallaðu hana
næstan ikki ein dagur framvið, har eg ikki hugsi um tey. Tey ansaðu mær, tá ið eg var pinkubarn og mamma lærdi í Havn, og tá ið eg varð eldri og var heima og vitjaði, fór eg inn til tey hvønn dag. Eg kundi [...] avbera væl til hendurnar í størvum og frítíðarítrivum teirra. Hvørji jól, tá ið eg var smágenta, fóru vit inn til ommuna at taka mát til jólakjólan. Sniðgivin klæði, ið døtur mínar enn brúka til høgtíðirnar [...] heimaarbeiðandi, meðan børnini vóru smá; seymaði klæði um náttina og arbeiddi heima um dagin. Hon seymaði fyri fólk og hon seymaði uppá børnini. Umskapaði mangan frakka til kjólar og annað. Serliga