Mamma var dóttir Elspu og Tummas Justinussen, úti á Garði. Tey vóru 10 systkin, har mamma var triðja barnið. Hon fór sum blaðung til Havnar at tæna í nøkur ár, og giftist seinni við pápa, Magnus Olsen, úr Rituvík, har tey eisini búðu tey fyrstu árini. Í 1964 fluttu vit til Runavíkar. Tey fingu okkum fýra børnini, Regin, Marjun, Tórhild og Eilen.
Ásla var dóttir Olgu og Dánjal Toftanes, og búðu tey á Longini inni á Toftanesi. Av fimm systkjum var Ásla eisini triðja barnið. Ásla fór eisini sum ung til Havnar og síðani eisini til Klaksvíkar at arbeiða. Hon giftist við Arna Berg úr Klaksvík. Tey búðu í Klaksvík tey fyrstu árini, og fluttu so fyrst í trýssunum til Havnar. Tey fingu fimm børn, Eilev, Oddmar, Eydnu, Dagfinn og Páll.
At skriva minningarorð um mammu er ikki lætt, hvat skal eg skriva? Alt minnir um hana. Hon hevur altíð verið har, alt síðan eg varð til. Tað hevur altíð verið hon sum hevur ugga og uppmuntra tá ið á stóð. Sakni so, at kunna deila sorgina við hana. Siga henni hvussu alt gekk, og hvussu nógv fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her. Men, hon er ikki meir; tað er jú tí eg gráti.
Stundum tá íð eg eygleiði fuglarnar, øvundi eg teimum teirra frælsi. Nú ein morgunin sá eg eitt svanapar fara flúgvandi inn eftir fjørðinum, okkurt var ikki so sum teir ynsktu úti á vatninum, so fóru teir. So er ikki við okkum menniskjum, vit eru sett at vera her eina ávísa tíð; tá so trupuleikarnir stinga seg upp, kunnu vit ikki bara rýma.
Tann saknur og tómleiki ið er, eftir at hava mist mammu og vermammu innan eina viku, er so stórur, at tað mest sum kann takast í hann. Hesin saknur sum vit við tíðini kunnu læra at liva við, men ongantíð sleppa av við, tí okkara kæru eru framvegis ein partur av okkum, sjálvt um tey eru flutt, og vit leggja likamið í moldina. Hetta er fyri mær enn eitt prógv um at vit eru ein ævigur skapningur, vit skulu liva víðari eftir hetta lívið. Mamma vísti mær á at hetta æviga lívið kann livast saman við Harranum, og at valið er okkara egna. Nú er gott at eiga hesa trúgv. Og ein dag skal eg møta bæði mammu og Áslu aftur, heima hjá Honum sum valdar øllum og eigur alt. Honum sum tær høvdu sett sítt álit á, á ungum árum.
Mamma var glað fyri lívið og nøgd við tilveruna. Hon hevði altíð tíð til okkum og ommubørnini. Um tað vóru smá ella stór, sum komu inn á gólvið, var líka mikið. Hon legði tað frá sær sum hon tókst við, og fór at gera drekkamunn. Mamma hevði lætt lyndi, og dugdi væl at siga frá. Vit sótu mangan rundan um borðið og flentu, tá mamma segði frá um gamlar dagar inni í Leirvík. Hon setti kulør á tilveruna. Hon var góð í ráðum, um tað so vóru andaligir ella tímiligir spurningar.
Tá eg so lærdi Áslu at kenna fyri meira enn tjúgu árum síðani, var hon so nógv øðrvísi. Hon var yngri, gekk á kvøldskúla har hon seymaði og vevaði myndir. Seinru árini fekst hon meir við at mála, bæði á silki og lørift. Áslu dámdi so væl alt sum vakurt var, hevði altíð ein vasa við avskornum blómum standandi á borðinum, ella kanska hongdi hon nakrar rósur í gardinstongina.
Hon málaði øllum ommudøtrunum myndir við rósum á, sum tær fingu vakurt innrammaðar nú til jóla. Hon var so kreativ og farvurík.
Mamma og Ásla vóru tvær hugnaligar konur, sum fyltu ótrúliga nógv í okkara lívi, og sum tað verður tómt at liva fyriuttan. Friður verið við minninum um tær báðar. Mátti Gud hjálpt og styrkt okkum øll sum høvdu tær so ómetaliga kærar.
Ein dag savnast øll í ein skara
Og ferðast til fjarskotin lond
frá sorg og frá stríði vit fara
og lenda á sólljósu strond.
Marjun










