Tað kom okkum ógvuliga dátt við, tá vit fingu boðini um at Birgit var vorðin
sjúk og innløgd á Landssjúkrahúsið, tað kundi ikki passa hildu vit, »hon kundi
ikki verða sjúk«. Vit høvdu júst tosa við hana dagin fyri, tey vóru tá
afturkomin av Danmarkarferð, har tey høvdu vitjað eldra sonin og svigardóttrina,
og ommu- og abbasonin, sum hon var so ógvuliga góð við.
Men tað skuldi skjótt vísa seg at vera ógvuliga álvarsamt, tí eftir stutta sjúkralegu
andaðist Birgit.
Birgit var dóttur Kristinu og Hans Øre í Fuglafirði, tey áttu eisini synirnar
Johnny, Eyðbjørn og Helga. Tey vóru fyri tí hørðu lagnu at missa mammuna sum smábørn.
Birgit var bert tveir mánaðir gomul, tá ið mamman doyði, og omma og
abbi tóku hana heim til Gjógvará, har hon vaks upp.
Mamma og pápi giftust inn tveir mánaðir seinni, og fingu seks børn, og
vaks Birgit upp saman við okkum systkum, og var ein av okkum.
Birgit var tvey ár eldri enn eg, so vit fingu eitt sera gott og tætt tilknýti hvør
til annað. Hon hevur verið mær ein sera stóð stórasystir upp gjøgnum árini.
Birgit var sera nærløgd, og skúlin hevði stóran týdning fyri hana.
Í 1971 giftist hon við Jens Kára Vilhelm úr Havn, og eftir lokna útbúgving
í Danmark komu tey aftur til Føroyar. Tey bygdu hús í Hoyvík, og har skaptu tey eitt trygt og fyrimyndarligt heim fyri seg og synirnar Hanus og Tummas.
Vit hava góð minnir um gummu í Hoyvík, sum børnini kallaðu hana. Hon var
altíð inni, og hurðin var altíð opin fyri okkum, tá vit komu á gátt, tað var ikki
so sjáldan. Birgit var altíð tann sama, ein visti altíð hvar ein hevði hana, og var tað eitt
hvørt, visti ein, at til hana kundi ein altíð koma, tí hjálpsom var hon sum fáur
og sera góð í ráðum.
Nú jólini nærkast, leita tankar okkara til tykkum, Jens Kári, Tummas, Hanus,
Anja og dreingirnar Rúna og Bartal. Vónandi fáa tit eini gleðilig jól hóast ein stólur stendur tómur.
Við hesum fáu fátæksligu orðum vilja vit lýsa frið og Harrans signing yvir
minnið um Birgit Vilhelm
Magna, Hans Martin, Durið, Steinar og Ørvar