Góða systi, klokkan var blivin 21.30 tá vit heilsaðu góða nátt og vit síggjast skjótt
aftur. Síðan fór eg heim. Morgunin eftir bleiv eg vaktur »Tú vart farin
heim til Harran«. Tøgn, eg skilti einki, fekk tað ikki at passa. Men so var,
ófatuligt og sárt.
Vit hugsa um teg Páll, børnini við familju, tí Hanna fylti so nógv í tykkara lívi.
So tómrúmið hjá tær og tínum, ja tað finnast ikki orð fyri tí. Tit vóru so sera
góð, at har sum annað var, vóru bæði. Ja, eitt sera gott par og ein góð familja.
Jesus hjálpi og styrki tykkum ígjøgnum sorgina og at liva víðari við øllum
teimum góðu minnunum um Hannu. Sum tað góða og hjartaliga menniskja
hon var.
Góði Páll, Jógvan, Herborg, Hans við familjum. Eitt rím um at Deyðin er
ikki tað seinasta.
Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnuna.
Eg eri eg, og tú ert tú. Tað sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit enn.
Nevn meg at navni, nýt mítt yndisnavn, práta við meg um leyst og fast, sum vit altíð gjørdu.
Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn.
Flenn soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum.
Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær. Lat navn mítt framvegis hoyra uppí okkara húski.
Tala um meg natúrliga, ikki við gráturødd. Lívið er framvegis dýrabart: tað er eins og tað altíð var; Tað heldur fram øld eftir øld.
Deyði og lív hoyra saman, hví skuldi eg fari úr huga, um eg fór úr eygsjón?
Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkustaðni her í nánd, aftan fyri sýnuna. Alt er, sum tað eigur at vera.
Hvíl í friði góða Hanna og takk fyri alt.
Bróður og kona.