verið arbeitt uttan lógarheimild, so einki er at siga til, at lógirnar trongja til dagføringar, sigur Niklas Foldbo. Tað er onkur, sum hevur ført fram, at tað kann væntast so nógv pappírsarbeiði, nú lógirnar [...] valluttøkan er rættiliga lá til hesi valini. Og í heilt nógvum førum verður als einki val sum so. Ofta er bara ein listi, og tey, sum á honum standa, mynda so komandi kirkjuráðið. Arvur Ofta vísir tað seg soleiðis [...] ganga í arv. Tað sær út til, at summar familjur líkasum leggja eina æru í at røkja hesi kirkjuligu størvini. Tað kunnu tó vera ymiskar orsøkir til, at fólk vilja koma í kirkjuráðið. Onkur ger tað av skyldu
felagið er ikki gjørd, og tí vil nevndin ikki upplýsa nakað navn enn. Annars er nevndin mannað við fólki, bæði av Eiði og uttaneftir. Nevndarformaður er Eyðfinn Jacobsen, advokatur. Næstformaður er Tordur [...] Norðís. Og nevndin í nýggja felagnum stílar eftir at fáa hetta navnið aftur. Søkt er um at fáa navnið, og væntar nevndin, at tað fer at bera til. Næstformaðurin í nevndini í nýggja felagnum, Tordur Niclassen [...] fíggingin er ikki komin heilt upp á pláss enn, men kortini so nær, at nevndin væntar at fá hetta í lagi í hesi vikuni. Samráðingar hava verið við Føroya Sparikassa um fíggingina. Felagið er væl fyri við
jónir hava altíð broytst. Ofta til tað betra. Tekstirnir eru ikki altíð orðarætt teir somu í somu kvæðum. Tað er heldur ikki so umráðandi, tí tað er frásøgnin, ið er aðaltátturin í dansinum. Um onnur duga [...] enn skiparin, lata tey hann skipa upp á sín máta. Gott er hjá skiparanum at hava góðan kvøðara afturat sær, og best er, um fleiri taka undir. Tað er eingin treyt, at øll skulu kvøða við alla tíðina. Men [...] -løgum. Tað gamla hevur einaferð verið nýtt. Tíðin ger av, hvørjum lív verður lagað og hvørjum ikki. Tað, ið roynist lívført, kann gerast fótatraðk, kemur ikki annað tilfar javnan afturat. Ivaleyst er at yrkja
tími eg ikki at fara í smálutirnar í hesum málinum. Tað er tað alt ov pínligt til og tá tað bert eru góðir tveir mánaðir til farið verður undir eitt nýtt kappróðrarár, so velji eg heldur at hyggja frameftir [...] eitt eiti! Tað eru nógvar sera løgnar avgerðir tiknar í R.S.F. gjøgnum ár og dag, men at apukattarnir skuldu klára at seta met í ár, tað hevði eingin væntað. At R.S.F. hevur eina dómsnevnd, ið er so ókompetent [...] ókompetent er syndarligt. Eina trímannanevnd, ið hevur so neyðarsligar limir, at onkur teirra, um rætta lagið er til staðar, kann telja heili seks hjástødd um fundarborðið, hóast tey bert eru trý, er láturligt
góðar vónir um Føroyar sum ferðamannaland - ja, hygga síggj! Annað er tað vistfrøðiliga sjónarhornið. At tit koma tykkum! At tit tora! Hetta er iki bara neyðtøka av landi, men so víst av sjónum við. Nei, ikki [...] Eg hugsi sjálvandi um tað ørvitisverkætlan, ið SEV-útbyggingin har er frá byrjan til enda. Stinnari heilar enn mín eru komnir við haldgóðum metingum um umhvørvisárin og víst eisini við dyggum uppskotum [...] minni! Hetta er eingin menning av føroyska samfelagnum, men ein grunnskygd nyttuloysn, sum fer at koma eftirkomarum okkara aftur um brekku bæði á ein og annan hátt. Tí ivist eg ikki í. Hetta er løtuvinningur
gera hetta móti mær og bygdini? Er ikki endamál náttúrufriðingarmyndugleikanna júst hetta at taka hond um og verja náttúruna? Eg spyrji bara, tí í hesum førinum sær tað ikki soleiðis út! Ongin bygd í Føroyum
eina skilagóða upphædd afturat, so farast kann í gongd beinanvegin. Og hetta er tað altavgerandi - at byrja. Fyri alt í verðini er neyðugt ikki at gera eina lappaloysn afturat. Frá míni tíð sum starvsfólk [...] her og har, alt tyktist enda í rótloysi. Og tað merkti náttúrliga alt og øll. Vóni at byrja verður við hesum nýggju bygningum skjótast í nýggja árinum. Ferðin er ikki avgerandi, byrjanin telur framum. Hon [...] skapa vónir og trivna í einum arbeiðsumhvørvi, sum seinnu árini er vorðið undirmett og misrøkt sum einki annað. Uppskot Landsstýrismansins er enn ein lappaloysn, íkomin av berum maktarloysi ein dagin í 1994
kaðalsjónvarp TV 1000. Tað er nógv fyri, at vit sum tilkomin eru, ikki kunnu føla okkum trygg, tá vit sita í okkara stovu og eitt av børnunum finnur uppá at skifta kanal og vit síggja tað mest syndarliga ein [...] ein kann hugsa sær á skerminum. Tað, sum undrar meg mest, er, tá vit sita í bindiklubba og tosa um hetta óskilið, so eru tær allrarmestu mammurnar ímóti, at hetta skal síggjast, men ongin ger nakað við [...] rudda upp her í bygdini, so at hesir gomlu dreingir kunnu hava porno fyri seg sjálvar, og ikki trýsta tað inn á okkum. Tey alraflestu, sum lótu seg lokka uppí antennufelagið, droymdu ikki, at hetta skuldi
Norðsjónum. Tað er eitt av samtøkunum, sum arbeiðir á føroyskum øki, sum hevur fingið hetta tiltakið í lag. Talan er um tey fýra oljufeløgini Amerada Hess, Norsk Hydro, Lasmo og Dong. Tiltakið er liður í ætlanini [...] kanska 97% av øllum boripallum í arbeiði í dag. Tá tað er avmarkað, hvussu nógvir av hesum boripallum kunnu brúkast á djúpum vatni sum eitt nú við Føroyar, so er greitt, at oljufeløgini royna at gera langtíðaravtalu [...] um at leiga ein av teirra boripallum, sum er best útgjørdur til at kunna arbeiða á djúpum vatni. Talan er um Transocean Leader (fyrr Transocean 8). Hetta er møguliga eitt av nøvnunum, sum vit fara at
verið stórur. Vit væntaðu at tað fóru at koma eini 2000 fólk til Barbaru her hjá okkum, men tá vit nú verða liðug at sýna filmin, hava yvir 3000 fólk verið til filmin, so tað er yvir allar forvæntningar, [...] sigur Christian Olsen. Tað eru júst tveir mánaðir síðani at Atlantis fóru undir biografvirksemi, og higartil hava yvir 5000 fólk verið í biograf. Tað sleppa 92 fólk til hvørja sýning, men um stutta tíð [...] á staðnum. Fyri at seta rættiligan dám á hetta kvøldið, skal salurin sjálvandi fyllast við fólki. Tað er Elis Poulsen, sum fer at skipa fyri hesi sending. 19. november verður undirsjóvartunnilin um Lei