Landssjúkrahúsið og íløguprioriteringin

Í sambandi við tey sjónarmið fíggjarnevndarformaðurin førdi fram í Útvarpinum sunnudagin, at vit í prioriteringini av íløgum fyri komandi ár áttu at prioritera íløgur í útjaðaraøkjum framum íløgur í miðstaðarøkinum, loyvi eg mær at minna á, at Landssjúkrahúsið er centralsjúkrahús allra føroyinga.

Tí er ein íløga í Landssjúkrahúsið ein íløga til gagns fyri útjaðaraøkini eins væl og miðstaðarøkið.

Havi áður í greinum, uppskotum á Løgtingi og fyrispurningum, víst á bráneyðuga tørvin at fara í gongd við ta útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, sum hevur ligið á láni síðani fyrsta uppskotið varð gjørt í 1982. Centralt í øllum ætlanum um útbygging er uppskotið frá 1991, eitt vælaverk, sum tó má dagførast, áðrenn arbeiðast kann víðari við tí.

Tá løgtingið í komandi viku kemur saman aftur, kemur tí til viðgerðar uppskot frá Miðflokkinum um eina eykajáttan uppá kr. 1/2 millión til dagføring av 1991 uppskotinum. Tá fáa vit vónandi hóming av, hvørjar ætlanir løgtingsmenn hava viðvíkjandi høvuðssjúkrahúsi okkara. Verður eykajáttanin samtykt, er greitt hvørjar útbyggingarætlanir skulu nýtast, og kann fíggjarnevndin tá beinanvegin flyta tær 10 milliónirnar, sum Landsstýrið hevur sett av til um- og útbygging av Landssjúkrahúsinum í 1998, til ta nýggju ætlanina, og vónandi játta eina skilagóða upphædd afturat, so farast kann í gongd beinanvegin.

Og hetta er tað altavgerandi - at byrja. Fyri alt í verðini er neyðugt ikki at gera eina lappaloysn afturat. Frá míni tíð sum starvsfólk á Landssjúkrahúsinum eru minnini um lappaloysnirnar tey mest ræðandi. Tær forðaðu dagliga arbeiðinum, gjørdu at ongar funktiónir fingu sín egna karm - alt varð broytt allatíðina - flutt aftur og fram, umbygt her og har, alt tyktist enda í rótloysi. Og tað merkti náttúrliga alt og øll.

Vóni at byrja verður við hesum nýggju bygningum skjótast í nýggja árinum. Ferðin er ikki avgerandi, byrjanin telur framum. Hon fer at skapa vónir og trivna í einum arbeiðsumhvørvi, sum seinnu árini er vorðið undirmett og misrøkt sum einki annað.

Uppskot Landsstýrismansins er enn ein lappaloysn, íkomin av berum maktarloysi ein dagin í 1994, tá ein »tilvildarligur« lækni fekk hesa hugsan, at byggja eina hædd uppá núverandi lágu røntgen- og skurðstovubygningar. Kønir menn meta, at byrjanin av slíkari byggjan heilt fer at steðga virkseminum á sjúkrahúsinum, teir eru, sum enntá meta, at hetta verður tekniskt ógjørligt. Men fyrst av øllum er hetta enn ein lappaloysn, sum í síðsta enda vil seinka einari útbygging í enn nøkur óneyðug ár.

Í fíggjarnevndini fer umboð Miðfloksins at virka fyri dagføring av 1991 uppskotinum og einari munandi játtan á 1998 fíggjarlógini til byrjan av hesari útbygging.

Vónandi verður breið semja um hetta útjaðara- og miðstaðarmálið.


Jenis av Jana