Eg hugsi sjálvandi um tað ørvitisverkætlan, ið SEV-útbyggingin har er frá byrjan til enda.
Stinnari heilar enn mín eru komnir við haldgóðum metingum um umhvørvisárin og víst eisini við dyggum uppskotum um øðrvísi orkuútbygging, men alt til fánýtis! Norðureysturoy verður nú ofrað á háaltari materialismunnar, hvørki meira ella minni!
Hetta er eingin menning av føroyska samfelagnum, men ein grunnskygd nyttuloysn, sum fer at koma eftirkomarum okkara aftur um brekku bæði á ein og annan hátt. Tí ivist eg ikki í. Hetta er løtuvinningur, so tað munar - og hvør halda tit fer at bøta afturfyri í dýra dómi!
Eitt er, at Funningsbygd, har Stóráin frá fyrndini var ein lívstrytin fyri búseting, nú verður skemd um allar tíðir. Og undir prúða Húsafjalli gjøgnum allan Botnhaga eta nú grópingaramboðini hjá SEV eina lind so svarta og grefliga, at tað er ikki frá at siga!
Og at hugsa sær, at tær fáu fjallasmátturnar, sum ætlanin var at seta upp í Kvívíkar haga, ikki funnu náði fyri eygunum á okkara háttvirdu yvirfriðingarnevnd! Meg lysti at vita, hvussu heilakyknurnar eru samansettar hjá teimum, sum manna hesa nevnd. Friðingarnevndin var tó so fræ at sýta; men teir, sum enn størri ábyrgd var litin til, sviku so skammiliga álit okkara.
Og so halda vit væl standa til og hava góðar vónir um Føroyar sum ferðamannaland - ja, hygga síggj!
Annað er tað vistfrøðiliga sjónarhornið. At tit koma tykkum! At tit tora! Hetta er iki bara neyðtøka av landi, men so víst av sjónum við. Nei, ikki fáa tit sannført meg - og fleiri við mær - um, hvørjum fínum tilgitingum tit so enn koma við, »at hetta man ikki fara og bila fyri Funningsfjørð« - tí við størri álvara ber illa til at taka tykkara próvgrundir fyri at sleppa og inna hesa óbótagerð.
Eg eri ill, og eg eri hørm, og vita skulu tit, at tað eru mong við mær.
Elsa Funding