Pornobygdin Oyndarfjørður

Hvussu langt røkkur lógarinnar armur, tá tað er fyri at bjarga ungdóminum úr einum ljótum pornoumhvørvi!

Teir gomlu dreingirnir í Oyndarfirði vísa pornofilmar hvørt einasta kvøld yvir kaðalsjónvarp TV 1000. Tað er nógv fyri, at vit sum tilkomin eru, ikki kunnu føla okkum trygg, tá vit sita í okkara stovu og eitt av børnunum finnur uppá at skifta kanal og vit síggja tað mest syndarliga ein kann hugsa sær á skerminum. Tað, sum undrar meg mest, er, tá vit sita í bindiklubba og tosa um hetta óskilið, so eru tær allrarmestu mammurnar ímóti, at hetta skal síggjast, men ongin ger nakað við hetta. Politiið gongur inn í handlar og tekur bløð av hyllum fyri at skána okkum fyri tí skitna lesnaði, sum har finst. Hví kann lógarinnar vald ikki koma og rudda upp her í bygdini, so at hesir gomlu dreingir kunnu hava porno fyri seg sjálvar, og ikki trýsta tað inn á okkum.

Tey alraflestu, sum lótu seg lokka uppí antennufelagið, droymdu ikki, at hetta skuldi verða meiningin: at bygdarfólkið skuldi gjalda fyri listin hjá teimum, sum stýra antennufelagnum. Tora teir ikki at kalla saman til antennufund, so vit kunnu fáa eina barnakanal ella okkurt uppbyggjandi ístaðin fyri tað so syndarliga, sum vit standa model til nú.

Og hví tigur fjøldin í bygdini, vilja tit hava porno?


Eg vil verða ónevnd,

tí ella fær man ikki frið