Skal farast upp á gólv, so er at vissa sær Nýggju Kvæðabókina. Úrvalið er fjølbroytt, nýtt og gamalt, við viðmerkingum.
Við fyrra bindinum, sum kom í fjør, eru í Nýggju Kvæðabókini nú tilsamans 37 kvæði, tættir og rímur - frá seinastu øldunum báðum, heilt at okkara døgum. Teirra millum, í seinnu bókini, er so kent tilfar sum Leivs kvæði, Gøtuskeggjar, Grettis kvæði, Seyðamaðurin á Sondum, Kópakvæði, Lorvíks-Páll, Bókartáttur, Jákup á Møn, Vaagen og Grindavísan. Av nýggjari tilfari eru Frísa kvæði, Floksmenninir og tey bæði heilt nýggju Ormur bóndi á Skála og Nólsoyar-Páll. Og so rímurnar: Huldugentan, Gentukæti og Havnargentan kvøður - at hava inn ímillum longru kvæðini.
Útgávan er ætlað teimum, ið læra seg kvæði og teimum, ið vilja vita meira og samanbera tekstirnar. Tí eru upplýsingar um yrkjarar og ymisk frábregði í tekstunum og aðrar tilvísingar.
Kvæðayrkingin er ongantíð útdeyð, og heldur enn at standa og tøva í tí sama, eiga vit eisini at geva nútíðini ans og brúka ymsar møguleikar til endurnýggingar av kvæðatilfari og -løgum. Tað gamla hevur einaferð verið nýtt. Tíðin ger av, hvørjum lív verður lagað og hvørjum ikki. Tað, ið roynist lívført, kann gerast fótatraðk, kemur ikki annað tilfar javnan afturat. Ivaleyst er at yrkja um og burturúr enn bara speirímur. Um merkishendingar, fyrimyndir, sum nútíðar ungdómur kundi tikið til sín. Latið okkum t.d. fáa eina kapping um bestu rímuna!
Eftir at hendan útgávan var løgd til. rættis, kom okkum í hendi ein skemtiligur nútíðar táttur, ið ikki smæðist burtur ímillum - og eitt nýyrkt kvæði um Trónd í Gøtu!
Kvæðatradisjónir hava altíð broytst. Ofta til tað betra. Tekstirnir eru ikki altíð orðarætt teir somu í somu kvæðum. Tað er heldur ikki so umráðandi, tí tað er frásøgnin, ið er aðaltátturin í dansinum. Um onnur duga kvæðið øðrvísi enn skiparin, lata tey hann skipa upp á sín máta. Gott er hjá skiparanum at hava góðan kvøðara afturat sær, og best er, um fleiri taka undir. Tað er eingin treyt, at øll skulu kvøða við alla tíðina. Men lurta og liva við í frásøgnini mugu øll, skal dansurin ganga. Tí má skiparin eisini hoyrast og ótarnaður sleppa at skipa, sum hann heldur vera rættast.
Forlagið Lindin í Havn gevur úr Nýggju Kvæðabókina, teimum til minnis, ið stovnaðu Dansifelagið í 1952. Sverri Egholm hevur lagt til rættis. Hestprent og Estra hava tikið sær av prentingini og bundið er inn hjá Helga Justinussen.
Fyrra bókin kostar 120 kr., hendan seinna 140 kr.