Í farnu viku fóru tveir ungir føroyingar til USA, har teir komandi tíðina skulu á skeið á læra at bora eftir olju.
Teir báðir skulu í læru hjá einum av heimsins størstu borifeløgum, Transocean, sum hevur heimstað í oljubýnum Houston í Texas.
Teir skulu fyrst á eina venjingarlegu, sum felagið hevur í New Orleans. Har fara teir í nakrar vikur á skeið í boring. Seinni fara teir so umborð á ein av boripallunum hjá Transocean í Norðsjónum.
Tað er eitt av samtøkunum, sum arbeiðir á føroyskum øki, sum hevur fingið hetta tiltakið í lag. Talan er um tey fýra oljufeløgini Amerada Hess, Norsk Hydro, Lasmo og Dong. Tiltakið er liður í ætlanini hjá hesum bólkinum at menna og fyrireika føroyingar til komandi frálandavinnuna.
Transocean væl kent um okkara leiðir
Borifalagið Transocean er væl kent um okkara leiðir, ella kanska serliga frá Norðsjónum, har teir hava verið við í nógvum av boriarbeiðunum. Annars arbeiða teir um alla verðina við sínum 28 boripallum. 11 av teimum eru í Norðsjónum.
Tá Amerada Hess-bólkurin skipaði fyri oljuráðstevnu í Føroyum í mars var eisini ein av stjórunum hjá Transocean, Jackie Ricker við.
Við Sosialin segði hann eftir ráðstevnuna, at tað er sera áhugavert at hoyra, hvat føroyingar sjálvir halda um eina frálandavinnu. Eftir hansara hugsan fór ein slík vinnan at hava eina positiva ávirkan á samfelagið. Eisini metti hann, at talan fór at vera um eina spakuliga menning.
-Eg haldi, at júst hetta er umráðandi, tí tá verða tit eisini betri før fyri at laga tykkum til hesa vinnu segði Jackie Ricker við blaðið.
Hann metti tað eisini vera av stórum týdningi, at føroyingar ikki gera stórar íløgur, áðrenn ein veit nakað við vissu um olju og gass.
Tað er í løtuni stórur eftirspurningur eftir boripallum. Sambart nýggja stjóranum í Mærsk Contractors, sum blaðið tosaði við herfyri, so eru kanska 97% av øllum boripallum í arbeiði í dag.
Tá tað er avmarkað, hvussu nógvir av hesum boripallum kunnu brúkast á djúpum vatni sum eitt nú við Føroyar, so er greitt, at oljufeløgini royna at gera langtíðaravtalu við borifeløgini um leigu av slíkum boripallum.
Og her kemur júst Transocean inn í myndina. Amerada Hess-bólkurin hevur gjørt avtalu við Transocean um at leiga ein av teirra boripallum, sum er best útgjørdur til at kunna arbeiða á djúpum vatni. Talan er um Transocean Leader (fyrr Transocean 8). Hetta er møguliga eitt av nøvnunum, sum vit fara at hoyra meira til, tá vit nærkast ár 2000 og eftir tað.
Oljufeløgini hava longu nú brúkt stórar peningaupphæddir fyri at ?uppgradera og konvertera? pallin, sum tað eitur á oljumáli. Tvs. at hann verður um- og útbygdur, soleiðis at hann verður betri førur fyri at bora á stórum dýpum, har tað eisini er nógvur og harður streymur, sum eitt nú millum Føroyar og Hetland.
Sosialurin hevur skilt, at eitt annað av oljusamtøkunum, sum arbeiðir á føroyskum øki, og sum hevur lagt sera nógva orku í hetta arbeiðið, AMG, hevur gjørt avtalu um at leiga boripallin Jack Bates til at bora við Føroyar.
Hóast tað enn ikki er komið til eina fyrstu útbjóðing á føroyska landgrunninum, so eru oljufeløgini noydd til at vera úti um seg, tí tann dagin tey fáa møguligan lisens her, skulu tey helst vera komin væl áleiðis við tilrættalegging síni. Og ein týðandi partur av hesi tilrættalegging er at hava nýtiligar boripallar tøkar, tá boring skal byrja.
Eftir øllum at døma eru tvey av oljusamtøkunum, sum vilja sleppa at leita eftir olju við Føroyar, við at gera seg út við boripallum, sum verða brúktir til aðrar uppgávur, til fyrsti borurin kann setast í við Føroyar.
Føroyingarnir, sum eru farnir í læru hjá Transocean, verða so møguliga millum teir, sum um ikki so mong ár, fara at manna umrøddu og aðrar boripallar.