Hava bara viðgjørt kirkjulógirnar

Uppskotið um yvirtøku av Fólkakirkjuni hevur ongantíð verið viðgjørt millum kirkjuráðslimirnar, sum annars hava lagt stórt arbeiði í at viðgera kirkjulógirnar, sigur formaðurin í Felagnum fyri kirkjuráðslimir

Kirkjuráðslimirnir í Føroyum hava viðgjørt kirkjulógirnar, sum ætlanin er at dagføra.

Men uppskotið um at yvirtaka Fólkakirkjuna hevur ongantíð verið fyri á fundi hjá felagnum, sigur Niklas Foldbo, sum er formaður í Felagnum fyri kirkjuráðslimir í Føroyum.

Tann 4. november verður kirkjuráðsval, og einir hálvtfjórðahundrað kirkjuráðslimir skulu veljast um alt landið.

Kirkjuráðsval hava vanliga ikki havt tann stóra áhugan millum manna. Ásannast má, at valluttøkan er rættiliga lá til hesi valini. Og í heilt nógvum førum verður als einki val sum so. Ofta er bara ein listi, og tey, sum á honum standa, mynda so komandi kirkjuráðið.


Arvur

Ofta vísir tað seg soleiðis, sigur Niklas Foldbo, formaður í kirkjuráðnum fyri Nes Sókn og formaður í Felagnum fyri kirkjuráðslimir, at hesi størv ganga í arv.

Tað sær út til, at summar familjur líkasum leggja eina æru í at røkja hesi kirkjuligu størvini.

Tað kunnu tó vera ymiskar orsøkir til, at fólk vilja koma í kirkjuráðið. Onkur ger tað av skyldu, meðan onnur kanska fegin vilja.

Okkurt ávíst mál er kanska, sum ein vil hava viðgjørt. Onkur broyting skal gerast. Ella okkurt nýtt innførast.

Men er talan um liturgi - sjálva gongdina í guðstænastuni - eru tað prestur og kirkjuráðið í felag, sum avgera.


Álitisfólk

Og hetta eru áitisstørv, sum hava verið røkt av álitisfólkum, sigur Niklas Foldbo.

Tað er soleiðis, at kirkjulógirnar, sum galdandi eru í Føroyum í dag, eru frá 1924, sigur hann. Og tað eru hesar lógir, arbeitt hevur verið við at dagføra, so tær hóska til okkara tíð og viðurskifti.

Í summum førum hevur verið arbeitt uttan lógarheimild, so einki er at siga til, at lógirnar trongja til dagføringar, sigur Niklas Foldbo.

Tað er onkur, sum hevur ført fram, at tað kann væntast so nógv pappírsarbeiði, nú lógirnar skulu broytast.

Men formaðurin í Kirkjuráðsfelagnum væntar ikki, at tað fer at broyta nakað stórvegis í tí praktiska, tí fólk hava arbeitt, sum um tey hava havt hesar lógrinar.

Men vitiligt er, at tá so nógvir almennir pengar eru við í spælinum, er neyðugt við ordiligum eftirliti, sigur Niklas Foldbo.

Men dagføringin av lógunum áleggur tó kirkjuráðunum meira ábyrgd og avlastar harvið eisini prestarnar eitt sindur, sigur hann.


Yvirtøka

Uppskot Tjóðveldisfloksins um yvirtøku av kirkjuni fellur heilt uttan fyri tað, sum Felagið fyri kirkjuráðslimir hevur viðgjørt.

Fyri einum 12 árum síðan var hasin spurningurin frammi. Tá var stórur meiriluti millum kirkjuráðslimir móti yvirtøku.

Hesaferð eru eingir kirkjuligir myndugleikar spurdir yvirhøvur, sigur Niklas Foldbo.

Hann kann ikki svara fyri felagið sum so, um hvørja støðu felagið hevur.

Men persónliga heldur hann, at vit eiga at vita, hvat vit yvirtaka. Tí heldur hann, at vit eiga ikki at gera nakað við hatta uppskotið, fyrr enn alt lógargrundarlagið er fingið upp á pláss.


Felag fyri øll

Felagið fyri Kirkjuráðslimir er, sum navnið sigur, felag fyri allar limirnar í kirkjuráðunum í Føroyum. Tað eru umleið 350 kirkjuráðslimir í Føroyum, og teir 300 eru limir í landsfelagnum.

Niklas Foldbo, formaður, sigur, at tey hava lagt seg eftir, at umboðanin í landsnevndini skal vera so breið sum gjørligt.

Har eru nevndarlimir umboðandi tær stóru kirkjurnar, tær miðalstóru og tær smáu. Sum dømi um hesar nevnir formaðurin, at ein nevndarlimur er úr kirkjuráðnum í Tjørnuvík.

Teir fólkavaldu kirkjuráðslimirnir í nevndini fyri Felagið fyri kirkjuráðslimir eru seks í tali, meðan sjeyndi nevndalimurin er ein prestur.

Niklas Foldbo, formaður, sigur, at luttøkan hevur verið heilt óvanliga góð, nú kirkjulógirnar hava verið til viðgerðar. Yvir 200 fólk hava luttikið á fundunum.

Á aðalfundi herfyri vórðu viðmerkingarnar sendar øllum limum felgsins til hoyringar. Og umleið 80% av teimum tóku undir við tí arbeiði, nevndin hevði gjørt, sigur Niklas Foldbo.

Av viðmerkingunum, tey hava gjørt til lógaruppskotini, nevnir Niklas Foldbo tvey.

Tey hava mælt til eitt felags kirkjuskattaprosent fyri alt landið.

Umframt hava tey mælt frá, at kirkjuráðsfundirnir skulu vera almennir.

Tó halda tey, at ein fundur árliga, har roknskapur og ársfrágreiðing verða viðgjørd, kann vera almennur, sigur Niklas Foldbo, formaður í Felagnum fyri kirkjuráðslimir.