nógv annað. Snøgt sagt má sigast, at til at vera fyrsta útspælið nakrantíð, so vísir Malin óvanliga góð, kompositorisk evni. Hon dugir at gera sterkar melodilinjur og geva teimum eina harmoniska snaring [...] solistur er livir Malin fyrst og fremst upp á sítt trúvirði og góða tev fyri at halda seg innan fyri tað, hennara rødd er sterk til. Drekk Av Vatninum dalar nakað í tempo og gerst eitt sindur balladuslig [...] Eg elski teg?, syngur Malin til Jesus. Lovsongur. Og tú hugsar: Eitt gospelkór, tvær mikrofonir og trýggjar akkordir og ein rúgva av off-beat klappi ? og tú hevur eina lovsongsfløgu. Hesin ingrediensir finnast
sagt í greinini, at eitt er at vera so nær brúkaranum sum gjørligt, men hetta, at lata kommununnar umsita skúlan, er at fara brúkaranum ov nær ! Hvussu ber til, at barnaansingin kann liggja so nær brúkaranum [...] barnaárini sundur og seta mørk, so fyrri parturin er kommunalur og tann seinni almennur. Hetta er ikki at seta barnið og brúkaran í miðdepilin og tað gerst alt meira neyðugt, um skúlin skal brynja barnið [...] full av ræðandi orðum, so sum : tað má aldrin henda, at fólkaskúlin verður lagdur út til kommununar at umsita. Og hví ikki? Ein avgerandi orsøk sambært greinini, er, at so skulu kommununar enntá samráðast
ikki dult, at tað var ógvuliga týdningarmikið, at liðið varðveitti plássið í bestu deildini, og lagið er sum vera man sera gott: -Hetta er ein øgiligur lætti. Síðani møguleikin hjá okkum sjálvum at bjarga [...] ungdómsarbeiði, og fyri menningina av felagnum hevur tað stóran týdning, at vit megna at fóta okkum í bestu deildini. Inntil tað ikki var avgjørt, um vit fóru at spæla í bestu ella næstbestu deildini bar ikki [...] Fuglafirði, eru teir greiðir yvir, at teir eisini næsta ár skulu spæla í bestu deildini. Harvið skrivar 07 Vestur søgu. Tað er ongantíð komið fyri áður, at 07 Vestur hevur megnað at sleppa undan niðurflyting,
Nolsøe er bæði sum solistur og sum limur í Frændum kendur fyri at gera góð løg og fangandi sangir ? hvør kennir ikki sangir sum Brot og Vandasker, Á um vit, Afrodite, Dansa og Dupultsong. Sangirnir á nýggju [...] summir penir og eymir, aðrir við kanti og meira provokerandi. Men nú sum fyrr er tað tann melodiski popptónleikurin, sum eyðkennir sangirnar hjá Eyðuni Nolsøe. - Tað hevur týdning fyri meg, at mínir sangir [...] sigast at vera essensurin í mínum tónleiki. Kortini royni eg at rokka eitt sindur við hvørt, so ikki alt gerst friðarligt og pent, sigur hann.
gera tað, tí tit vilja fakið, tit vilja børnini og tit vilja hjálpa í samfelagnum. Tit gera tað gott! Nú er upp til býráðið, at gera tað gott hjá tykkum. Betri normering! Betur tíð til fyrireiking og eftirmeting [...] er eingin at bjarga lív, at byggja vegir og eingin at klippa hár, um ikki tit eru til arbeiðis. Okkum tørvar tykkum og tit hava uppiborið virðing og betri arbeiðsumstøður. Tit arbeiða dag út og dag inn í [...] eftirmeting! Betur tíð til barnið! Fleiri stovnar! Ja, tað fer at kosta, men vit hava ikki ráð, at lata verða. Rætt og slætt. Katrin Jacobæus, valevni í Tórshavnar kommunu, fyri Tjóðveldi
veruleiki og árligi prísvøksturin er enn til staðar. Ongar greiðar ábendingar eru um at prísvøksturin í samfelagnum fer at steðga. Framgongdin er spakulig og støðug í samfelaganum og er tað sjálvandi [...] fakfeløg í Føroyum er at tit mugu krevja 3% í lønarhækkan árliga. Tað er ikki øll fakfeløg, ið vera rakt av hesum, men fyri tað liggur tað til fakfeløgini til at varðveita keypiorkuna og lívsgóðskuna hjá sínum [...] pensjónini er at seta eyka trýst á løntakarar og harvið á fakfeløgini. Peningurin til dagligu nýtsluna minkar árliga, meira fer til pensjónina. Og so stendur vali millum at stramma reimina ella at fáa meira
oyggjaland og alt tað fólk har býr standi saman um hettar land, so náa vit á mál har frælsi býr. Afturhaldið roynir at dyrgja at fjøldin er slept uppá fjall, og okkum ei kunnu forsyrgja at fylla í okkara [...] okkara hjall. Her búgva kvinnur og menn sum tora at taka eina støðu, og bróta upp um armar og royna enn, at Føroyar skulu blíva sjálvstøðugar. Kósin er sett, fara hjálandaveldið, nú fara vit inn í nýtt ára [...] ára skeið, har taka vit stigið, at vit eiga valdið, og tjóðin er føroysk, og fer sína leið. Gott nýggjár øll somul Heilsan Ólavur í Trøðini umborð á M/S Delphinus tann 27.12.00
bóltin, eru teir skjótir at leggja seg aftur, og tað er stutt millum menninar og keturnar, og tá ið TB hevur bóltin, royna teir at varðveita sum longst. Avgerðin Hjá TB var tað dyggur smeitur, tá ið miðvallarin [...] fyrstu ferð síðani uppflytingina fingið fulla úrtøku. Og avrikið sunnudagin boðaði frá, at eingin nýtist at vera kløkkur, um TB fleiri ferðir afturat fer at gera av við mótstøðuliðini, sum vitja á Sevmýri. [...] Teir fingu einki stig, teir fingu einki mál, og tað var um at gera, at teir høvdu nakra rættuliga roynd móti málinum hjá TB. Fyrstu løtuna tóktist tað sum um, at gestirnir hesa ferð vóru grammari, enn B36
bryggjukantin. -Eg haldi tað er skilagott, at man fer undir 2. útbjóíngarumfar í sambandi við, at man heldur ferðini uppi og halda teimum, sum eru farin i vinnuna, til eldin. Tað er gott, at lógin verjir føroyska [...] helst sæð lítið og einki til oljuvinnuna á landi. Bill Justinussen fegnaðist um, at oljuvinnan sum heild hevur borið seg sera skilagott og positivt at mótvegis føroyska samfelagnum, og at oljufeløg hava [...] føroyska vinnu, hóast man gongur frá hesum í øðrum vinnum. Tað er rætt og rímuligt, at vit føroyingar fáa nakað burtur úr hesi vinnu, hóast hon heldur til langt úti á havinum. Var henda greinin um føroyska
myndugleikar vilja hava færri og størri kommunalar eindir er, at tá ber betri til at leggja ymisk øki út á kommunurnar at umsita, og tað hevur eisini verið gjørt í ein ávísan mun. Hinvegin vildu almennu Føroyar [...] At vit hava havt – og partvíst hava enn – eitt stórt tal av kommunum, er ikki av tilvild. Tað var gott latín gjøgnum mong ár, at tess nærri myndugleikin lá hjá borgarunum, tess størri ávirkan hevði hvør [...] frætta í so máta er, at borgarstjórin í Skopun heldur best vera, at Sandoyggin leggur saman við Havnini. Hetta fyri at gerast partur í eini størri heild. Ein av størstu orsøkunum til at landsins myndugleikar