Ein nýggjárs heilsan

Ein nýggjárs heilsan

 

Mítt kæra oyggjaland

og alt tað fólk har býr

standi saman um hettar land,

so náa vit á mál har frælsi býr.


Afturhaldið roynir at dyrgja

at fjøldin er slept uppá fjall,

og okkum ei kunnu forsyrgja

at fylla í okkara hjall.


Her búgva kvinnur og menn

sum tora at taka eina støðu,

og bróta upp um armar og royna enn,

at Føroyar skulu blíva sjálvstøðugar.


Kósin er sett, fara hjálandaveldið,

nú fara vit inn í nýtt ára skeið,

har taka vit stigið, at vit eiga valdið,

og tjóðin er føroysk, og fer sína leið.


Gott nýggjár øll somul



Heilsan Ólavur í Trøðini

umborð á M/S Delphinus tann 27.12.00