Drekk Av Vatninum er fyrsta útspælið frá Malin Zachariassen. Úrslitið er ein serstakliga sterk fløga. Væl spæld, væl produserað, væl sungin og ? ikki minst ? væl komponerað.
Orðini eru einføld og afturgangandi. ?Heilagur er tú?, ?vit prísa tær lov?. Her er ikki brúk fyri lyriskum innbjálvinum. ?Eg elski teg?, syngur Malin til Jesus.
Lovsongur. Og tú hugsar: Eitt gospelkór, tvær mikrofonir og trýggjar akkordir og ein rúgva av off-beat klappi ? og tú hevur eina lovsongsfløgu.
Hesin ingrediensir finnast eisini á Drekk Av Vatninum. Tónlistarliga inniheldur fløgan kortini so øgiliga nógv annað. Snøgt sagt má sigast, at til at vera fyrsta útspælið nakrantíð, so vísir Malin óvanliga góð, kompositorisk evni. Hon dugir at gera sterkar melodilinjur og geva teimum eina harmoniska snaring, ið bera boð um tónlistarligan intelligens.
Soundið á fløguni er eisini gott. Jan Zachariassen (maður Malin) spælir nakrar fantastiska livandi basslinjur ? serliga á ?Æra Til Guðs Lamb?. Jan er eisini ein knassi á akkustiska guitarinum, sera flottan tóna. Og so spælir hann eisini elektriskar wah guitarar og eina feita el-jazz guitarsolo! Maðurin er snøgt sagt fullur av musikki. Hetta øgiliga yvirskotið hoyrist aftur á hvørjum einasta lagi á fløguni.
Regin Guttesen hevur eisini sett síni eyðkendu fingramerki á fleiri av løgunum. Hansara rytmiska og lyrisk serstakliga sterka spæl stuðlar væl uppundir kompositiónirnar, og Regin leggur eisini fleiri tema inn í løgini, sum hanga við og gerast innfeldur partur av sangunum. Arbeitt hevur eisini verið nógv við kórunum, og har eigur Guttesen eisini sín lut.
Sera spennandi er tað universið, sum guitarleikarin Maiken Háberg Hansen ferðast í við sínum skitna, kantutta og identitets sterka spæli. Hon gevur annars so væl poleraða tónleikinum tann kantin, ið ger tónleikin upp aftur meira spennandi. Spælið hjá Maikin hevur ein dyggan dám av ráari undirgrund.
Tað sama er við svenska trummuspælaranum Pehr, ið spælir á flestu løgunum. Hann er upp á pláss og samstundis skitin í sínum spæli.
Hóast lovsangur kanska best leiðir tankarnar til lættan, glaðan tónleik, so hava fleiri av løgunum hjá Malin ein introspektivan dám. Her verður ongantíð sett á auto-pilot lovprísan. Tónarnir fáa teg at hyggja inneftir.
?Mín Guð Stórur Er? er eitt sera flott vísulag, har svenska vísutraditiónin skínur ígjøgnum og rørir teg. ?Vit Rópa Jesus? hevur flottar ? kanska eitt sindur óhugnaliga post atomiskar ? klangir, har steel soloin hjá Jákup Zachariassen fær tað at renna kalt niður eftir nakkaðum.
?Heilagt Fólk? fær knappiliga eitt annað ljóð. Underground guitararar runga nú út í hoytalaran við distortion á wurlitzerinum? hetta má nokk metast at vera lovsongur fyri marginal lurtaran.
Sum solistur er livir Malin fyrst og fremst upp á sítt trúvirði og góða tev fyri at halda seg innan fyri tað, hennara rødd er sterk til.
Drekk Av Vatninum dalar nakað í tempo og gerst eitt sindur balladuslig seinnu helvt av fløguni. Tað munnu kortini vera fáar útgávur, ið takka fyri seg við so sterkum lagi, sum ?Eg Gleði Meg?, ið hevur eitt framúr gott vers og góðan uppgang til niðurlagið. Sjálvt niðurlagið er meira upplagt, men kortini gott handverk.
Niðurstøða: Ja, drekk av vatninum!










