At vit hava havt – og partvíst hava enn – eitt stórt tal av kommunum, er ikki av tilvild. Tað var gott latín gjøgnum mong ár, at tess nærri myndugleikin lá hjá borgarunum, tess størri ávirkan hevði hvør einstakur borgari at mynda sítt nærumhvørvi. Hetta var tað vit kallaðu nærdemokrati.
So komu nýggjar tíðir, og við teimum ein munandi broyttur hugburður. Kommunusamanlegging var loysnin á nærum øllum trupulleikum. Tess færri kommunur, tess betri. Seinasta vit frætta í so máta er, at borgarstjórin í Skopun heldur best vera, at Sandoyggin leggur saman við Havnini. Hetta fyri at gerast partur í eini størri heild.
Ein av størstu orsøkunum til at landsins myndugleikar vilja hava færri og størri kommunalar eindir er, at tá ber betri til at leggja ymisk øki út á kommunurnar at umsita, og tað hevur eisini verið gjørt í ein ávísan mun. Hinvegin vildu almennu Føroyar hava eitt ávíst eftirlit, soleiðis at somu møguleikar vóru fyri allar borgarar, hvar í landinum teir búgva.
Uttan mun til hvussu kommunalu eindirnar verða skipaðar, fer altíð at vera munur á inntøkugrundarlagnum hjá teimum ymisku kommunalu eindunum. Meginparturin av almennu fyrisitingin er í miðstaðarøkinum, sum harvið hevur tað tryggasta inntøkugrundarlagið. Eisini er ymiskt hvussu er við býtinum millum fólk í lønandi vinnu og teimum, sum fáa almennar veitingar, og harvið er kostnaðarstøði eisini misjavnt. Fyri at viga upp móti tílikum ójavnum, verður tosað um eina útlíkningarskipan millum kommunur.
Um tað nú veruliga er so, at besta loysnin er so fáar kommunur sum gjørligt, so má tað eisini merkja, at vit eru farin frá hugtakinum um nærdemokrati, og tí er spurningurin um allar besta loysnin ikki er: Eingin kommuna.
Fyrimunirnir høvdu verið fleiri:
Vit sleppa undan tveimum løgum av umsitingum,- lands- og kommunalum.
Vit sleppa undan spurninginum um ríkar og fátækar kommunur.
Vit sleppa undan spurninginum um útlíkning.
Vit sleppa undan stríðnum um uppgávu- og valdsbýti millum land og kommunur. (Hvussu hevur eldraøkið ikki verið eitt stríðsmál millum land og kommunur?)
Allir borgarar verða eins fyri, uttan mun til hvussu kommunan er fyri fíggjarliga.
Kanska fáa vit eisini tann vinning, at samlaða fyrisitingarliga orkan av hesum landi kundi verið nýtt betri, soleiðis at færri verða at klippa hvørjum øðrum, og gera størri samfelagsliga nyttu á øðrum økjum.
Havandi í huga teir góðu samskiftismøguleikar, eins og væl útbygda infrakervi vit hava í dag, hevði einki forða fyri at nýggja landsumsitingin varð skipað kring landið alt, sum eisini hevði verið heilt natúrligt.
At varðveita eina skipan, sum fyrst og fremst byggir á nærdemokrati, sum í dag ikki sýnist at hava nakran týdning, gevur onga meining. Tí eigur stigið at hava so fáar kommunur sum gjørligt at takast fult út. Ongar kommunur.










