- Tað hevur týdning fyri meg, at mínir sangir hava eitt gott lag, sigur Eyðun Nolsøe, sum í dag gevur út nýggja fløgu við 10 spennandi sangum Eyðun Nolsøe gevur í dag út nýggja fløgu, sum hevur fingið heitið So Nógvar Røddir. Eyðun Nolsøe er bæði sum solistur og sum limur í Frændum kendur fyri at gera góð løg og fangandi sangir ? hvør kennir ikki sangir sum Brot og Vandasker, Á um vit, Afrodite, Dansa og Dupultsong.
Sangirnir á nýggju útgávuni hjá Eyðuni er fangandi ? summir penir og eymir, aðrir við kanti og meira provokerandi. Men nú sum fyrr er tað tann melodiski popptónleikurin, sum eyðkennir sangirnar hjá Eyðuni Nolsøe.
- Tað hevur týdning fyri meg, at mínir sangir hava eitt gott lag. Tað eru sjálvandi ymiskar meiningar um, hvat ein góður sangur er, men fyri meg skal lagið helst verða melodiskt og sangbart. Sangurin skal halda í einari einfaldari útseting ? til dømis við gittara og sangi, sigur Eyðun Nolsøe.
- Eg lurti nógv eftir tónleiki, øllum tónleiki, men tá ið tað kemur til mín egna tónleik, so siti eg oftast eftir við onkrum melodiskum popptónleiki ? tað má tí sigast at vera essensurin í mínum tónleiki. Kortini royni eg at rokka eitt sindur við hvørt, so ikki alt gerst friðarligt og pent, sigur hann.