Fólkaskúlin ongantíð út til kommununar
Greinin er full av ræðandi orðum, so sum : tað má aldrin henda, at fólkaskúlin verður lagdur út til kommununar at umsita. Og hví ikki? Ein avgerandi orsøk sambært greinini, er, at so skulu kommununar enntá samráðast um læraralønir !! Hvat er trupuleikin við hesum? í 2001 samráddust kommununnar bæði við pedagogfelagi og dagrøktarnar um løn, so vítt eg veit, fingu hesir bólkar ikki verri úrslit enn øll onnur, ið bert samráddust við landið. At nevna Viðareiðis kommunu og savnsrøktina sum eitt ræðandi dømi um, at kommununnar forða skúlunum at virka er ein rættuliga avgjørd orðing. Víðari verður sagt, at ikki ber til at tryggja sama støði í undirvísingini í øllum kommunum. Hví ber tað ikki til ? ber ikki til eins og í dag, at áseta í lógina hvørji dygdarkrøv skulu verða ? verður tað ikki lættari hjá landinum at seta út í kortið og hava eitt dygdargott eftirlit, tá ið landið ikki eisini skal umsita skúlan ? Lógin um barnaansing setur minstakrøv til dygdina á barnaansingini, er tann dygdin lækkað tí økið var lagt út til kommununar ? Hví verða dagstovnar bygdir um alt landið nú, og hví søkja allir dagstovnar eftir fakfólki ???
Tilvildarlig umsiting
Kommunustýrini vera skýrd tilvildarlig, skifta fjóðra hvørt ár og koma at umsita tilvildarliga, verður sagt. Er tað ikki somu veljarar ið velja løgting og harvið óbeinleiðis landsstýri sum velja kommunustýrini, eru tey eisini tilvildarlig stýri ? ella hvar er munurin? Løgtingið verður eisini útskift fjórða hvørt ár, ergo umsita tey eisini tilvildarliga, eg spyrji bara. Umsitingin av skúlanum fer at verða tengd at fíggjarligu støðuni hjá kommununum verður sagt, játtanin hjá Fólkaskúlanum í dag, verður hon ikki eisini tengd at fíggjarorkuni hjá landinum? Hevur Lærarafelagið ikki tey síðstu 10 árini ført fram, at skúlin fær ov lítla játtan frá landinum?
Tá ið øki verða løgd út at umsita, tá skulu pengar sjálvandi fylgja við, tað eru øll samd um. Annars er kommunukassin í mínari verð ein partur av fíggjarorkuni hjá landinum, so ilt er at síggja nakran mun á honum og landskassanum, vanliga fylgjast hesir at hvat fíggjarstøðu viðvíkur.
Eg skilji ikki hesar pástandir, teir vísa eina turkatrúgv uppá, at alt, ið verður umsitið sentralt, virkar og alt, ið verður umsitið púti í kommununum virkar ikki. Eisini sýnir hetta eitt grundleggjandi misálit á kommunustýrini. Eg vænti, at um ein vil, kann ein gott finna dømi ið vísa fyri og ímóti báðum pástandum. Eitt annað er so tað, at best er at hava størri kommunalar eindir at umsita eitt nú fólkaskúlan, men tann spurningin trúgvi eg komununar sjálvar høvdu funni eina loysn á.
Nær brúkaranum
At enda verður sagt í greinini, at eitt er at vera so nær brúkaranum sum gjørligt, men hetta, at lata kommununnar umsita skúlan, er at fara brúkaranum ov nær ! Hvussu ber til, at barnaansingin kann liggja so nær brúkaranum sum hon gerð, og eftir mínum tykki virka betur nú, enn hon gjørdi tá hon lá undir landinum? Barnaansing og skúlagongd eru eftir mínum tykki tvær síður av somu søk, hví skal tað verða neyðugt at skilja barnaárini sundur og seta mørk, so fyrri parturin er kommunalur og tann seinni almennur. Hetta er ikki at seta barnið og brúkaran í miðdepilin og tað gerst alt meira neyðugt, um skúlin skal brynja barnið til eina alt fløktari verð. Tíðirnar broytast skjótt og tí ber ikki til bert at halda fast við gamla vanahugsan, vit mugu taka støði í nútíðini og teimum fortreytum, ið hon setir. Vit sakna eitt sakligt orðaskifti um, hvussu vit best nøkta tørv og framtíðarkrøv til børn og ung.