Í hesi løtu fyrireika 07 Vestur spælararnir seg til síðstu avbjóðingina í hesum kappingarárinum. Hon er í Fuglafirði.
Tá ið teir fóru úr Vágum, vistu teir ikki, um teir næsta ár skuldu spæla í bestu ella næstbestu deildini. Longu nú teir fyrireika seg til dystin í Fuglafirði, eru teir greiðir yvir, at teir eisini næsta ár skulu spæla í bestu deildini.
Harvið skrivar 07 Vestur søgu. Tað er ongantíð komið fyri áður, at 07 Vestur hevur megnað at sleppa undan niðurflyting, tá ið vesturliðið hevur roynt seg í bestu deildini.
Í 07 Vestur hava teir ikki dult, at tað var ógvuliga týdningarmikið, at liðið varðveitti plássið í bestu deildini, og lagið er sum vera man sera gott:
-Hetta er ein øgiligur lætti. Síðani møguleikin hjá okkum sjálvum at bjarga plássinum plássinum var burtur, hava vit vónað, og tað hevur verið ógvuliga spennandi. So nú eru vit ógvuliga lættir, sigur Jarnold Nattestad, sum er ein av teimum, ið hevur verið ábyrgdarmaður í 07 Vestur í øll árini:
-Vit hava gott ungdómsarbeiði, og fyri menningina av felagnum hevur tað stóran týdning, at vit megna at fóta okkum í bestu deildini. Inntil tað ikki var avgjørt, um vit fóru at spæla í bestu ella næstbestu deildini bar ikki til at fyrireika næsta kappingarár, men nú kunnu vit gera tað, sigur Jarnold Nattestad.