Mestsum longu at byrja við høvdu vit fullført tað, vit skuldu, og so var bara at stýra tí allan vegin, segði Páll. – At Andrew av Fløtum fekk sítt seinna gula kort og fór út, gjørdi kanska, at vit tóku okkum [...] ikki, at tann útvísingin tarnaði okkum upp á nakran máta, tí vit høvdu framvegis stýr á tí. Meðan HB hevði stýr á, tóktist støðan ein onnur hjá B68, og tað var týðiligt, at toftamenn kendu seg at vera fyri [...] sindur bilsin, at tað skuldi henda so lætt: – Vit ætlaðu frá fyrsta bríksli leggja trýst á B68, og tað gekk yvir evni, tá teir fingu ein mann útvístan og vit fingu brotsspark, fyri síðani at skora til 2-0
Johannesen heldur, at sostatt er eisini tørvur á, at útgreina systemiskt týdningarmiklar bankar í Føroyum fyri at tryggja ein sunnan og støðugan fíggjargeira í Føroyum, sum minkar um vandan fyri, at slíkir pen [...] fólkatingsmaður vil nú hava, at ein kanning av donskum bankum, eisini skal umfata føroyskar bankar. Hann vísir á, at danski vinnumálaráðharrin, Ole Sohn, hevur sett eina serfrøðinganevnd at útgreina týdningarmiklar [...] sum á fakmáli nevnist systemiskt týdningarmiklir bankar. Grundgevingin er, at Danmark hevur peningastovnar, ið eru so stórir, at koma teir í trongstøðu, kann tað hava avgerandi týdning fyri danskan búskap
fara vit ikki at hava ráð til at hava skúlaflokkar við færri enn 24 næmingum. Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í dag. Hann staðfestir, at Føroyar kappast [...] arbeiðsmegina. - Føroyar eiga eisini at gerast eitt land, sum kann draga til sín ungfólk úr útlandinum at útbúgva seg í Føroyum, eisini hægri útbúgvingar. Til tess at nøkta hægri krøvuni til okkara útbú [...] bæði bygnaðarliga og innihaldsliga. Landsstýrið ætlar tískil at nýskipa fólkaskúlan við at leggja skúlar saman serliga nú ætlanin er at leggja kommunurnar saman í størri eindir. Skúlaverkið skal umleggjast
Sjálvur fegnast Jóan Símun um at hava fingið møguleikan og kennar á sær at hann nú er við at finna seg til rættist í nýggja felagnum. « Tað var ein deilig kensla at fáa møguleikan. Eg havi merkt eina framgongd [...] til venjing og dystir við Viking 2, so eg haldi at tað var bara ein spurningur um tíð áðrenn eg fór at sleppa royna meg. Men tað er sjálvandi keðiligt at vit taptu dystin, sigur Jóan Símun við Sosialin [...] Hareide eisini fyrrverandi Manchester United og Fulham framherjan, Erik Nevland inn. « Eg fekk at vita at eg skuldi spæla í álopinum til Erik Nevland kom inn. Síðani skuldi eg flyta meg yvir í vinstru
staðfestir Jenis av Rana, at kemur ikki kollveltandi broyting í politikkin hjá samgonguni, er ongin annar møguleiki hjá honum enn at fara úr samgonguni. Og tað er í øllum førum greitt, at týðandi leiðslufólk [...] í samgongu. Her er talan um at hækka pensjónsaldurin frá ári til árs. Men her er eisini talan um at skerja stuðulin til arbeiðsleys og hon trekur heldur ikki undir við, at studningurin til lesandi skal [...] og leiðarin í floksstjórnini sigur, at fyrrenn fundur hevur verið, vil hon einki siga um avgerðina hjá Jenis av Rana um at fara úr samgonguni. Hon leggur afturat, at flokkurin er ikki boðsendur til fundar
leiðararnir skulu royna at semjast um bjargingargrunnin hjá evruni, sum skal hava til endamáls at veita illa trongdum evrulondum stuðul og lán. Ætlanin er, at grunnurin skal fara at virka frá 1. juli í ár [...] skal binda evrulondini til at halda betri skil á fíggjarpolitikkinum til tess at forða fyri, at skuldin og hallið hjá tí einstaka landinum gerast ein so stórur trupulleiki, at tað verður neyðugt við skjótari [...] frammanundan, at landið fer ikki upp í eitt tílíkt samstarv. Tað triðja málið, sum leiðararnir skulu taka støðu til, snýr seg um at skapa vøkstur og arbeiðspláss. Her skal størsti denturin leggjast á at útvega
---- Nú fara Ísland og Stórabretland at leggja ein sæstrong landanna millum, so tað ber til at flyta el-streym um alt kervið í báðum londunum. Tað var upp á tal, at stjórnirnar skuldu fíggja verkætlanina [...] rin segði, at tað hevði Bretland ikki ráð til. Fíggingin má tí útvegast á altjóða kapitalmarknaðinum. Frymilin verður helst, at eitt partafelag verður gjørt, sum so skal taka gjald fyri at nýta strongin [...] væl burturúr. Í fyrstu syftu er ætlanin at leggja sæstrongin úr Íslandi til Hetlands. Skal hann upp á land í Føroyum verður hann dýrari, eins og tað fer at kosta at knýta okkum í hann við einum ella fleiri
fjør, at onkur danskur býráðslimur var tann fyrsti politikarin í Danmark við einari App. So hugsaði eg, at hetta mátti eg royna. Og nú kann appin takast niður, sigur Levi Mørk. Hann sigur, at við appini [...] appini ber til at fylgja við hansara politiska arbeiði við tekstum, greinum, kykmyndum, ljóðfílum, myndum og kjatti. Eg hoyri ofta frá fólki, sum siga, at tað er ringt at fylgja við, hvat vit gera í býráðnum [...] týdningi at fáa ein býráðslim í lumman, tí Levi Mørk, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn hevur sum tann fyrst gjørt sína egnu App tað er forrit til iPhone og iPod hjá Apple, har til ber at fylgja
er týdningarmikið, at tað verður arbeiðsskapandi fyri okkara sjófólk og arbeiðsfólk á landi. Tað sigur Samtak í eini yvirlýsing í morgun. Felagið heldur, at tað er týdningarmikið, at reiðarí, sum fáa lut [...] , tískil skuldi verið lag á manni at fingið so nógv framleitt í Føroyum sum gjørligt. - Arbeiðsloysi er stórt, og hóast tað eru glottar at hóma, er týdningarmikið, at okkara vinnupolitikkur eisini er [...] ikið, at sáttmálarnir hjá manningarfeløgunum vera hildnir, og at tað ikki eru sjófólk aðrastaðni, sum kunna arbeiða fyri undirlønir, sum fara avstað við størvunum á sjónum. - Hetta er við til at gera ójavna
i trupulleika, og at landsmyndugleikarnir ikki enn hava lýst taðingarkunngerðina, sum var til hoyringar fyri langari tíð síðan. Tórshavnar kommuna metir eisini, at tíðin er komin at landsstýrið endurskoðar [...] eftir at heilsu- og umhvørvisdeildin hjá kommuni í gjár og fyrradagin hevur gjørt kanningar á staðnum, og staðfest er, hvaðan dálkingin kemur. Tórshavnar kommuna fekk mánadagin fráboðan um, at Sandá varð [...] varð, at taðað var fram við vegnum frá bóndagarðinum við Sandá og omaneftir ímóti brúnni yvir ánna. Í sambandi við taðingina eru tøð farin í eina veit og endað í Sandá, har tey hava elvt til at skúm savnast