Skal skapa arbeiðið til føroyskar hendur

- Nú makrelfiskiskapurin tekur dik á seg er týdningarmikið, at tað verður arbeiðsskapandi fyri okkara sjófólk og arbeiðsfólk á landi.

Tað sigur Samtak í eini yvirlýsing í morgun.

Felagið heldur, at tað er týdningarmikið, at reiðarí, sum fáa lut í fiskiskapinum, hava treytir við fiskiskapin.

- Føroyar hava fleiri virkir, sum kunna taka ímóti makrelinum, tískil skuldi verið lag á manni at fingið so nógv framleitt í Føroyum sum gjørligt.

- Arbeiðsloysi er stórt, og hóast tað eru glottar at hóma, er týdningarmikið, at okkara vinnupolitikkur eisini er arbeiðsskapandi.

'Hetta er serstakliga galdandi í tilfeingisvinnuni.

- Eisini er týdningarmikið, at sáttmálarnir hjá manningarfeløgunum vera hildnir, og at tað ikki eru sjófólk aðrastaðni, sum kunna arbeiða fyri undirlønir, sum fara avstað við størvunum á sjónum.

- Hetta er við til at gera ójavna kapping, hetta ger at føroyski sjómaðurin missur arbeiðið og hetta er sosial dumping.

Samtak sigur, at hetta má steðgast alt fyri eitt, um neyðugt við fakligum tiltøkum mótvegis teimum reiðaríum, sum ikki halda galdandi sáttmálar.

Makrelurin er týdningarmikil fyri búskapin, og sjálvsagt skal tilfeingi geva arbeiðið til sjófólk og arbeiðsfólk á landi – einki annað kann góðtakast, sigur Samtak.