Ikki ráð til skúlaflokkar við færri enn 24 næmingum

Í framtíðini fara vit ikki at hava ráð til at hava skúlaflokkar við færri enn 24 næmingum.

Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í dag.

Hann staðfestir, at Føroyar kappast heilt greitt við onnur lond um bestu arbeiðsmegina.

- Føroyar eiga eisini at gerast eitt land, sum kann draga til sín ungfólk úr útlandinum at útbúgva seg í Føroyum, eisini hægri útbúgvingar.

Til tess at nøkta hægri krøvuni til okkara útbúgvingarskipan verður neyðugt við broytingum og nýskipanum, sum kunnu dagføra okkara skipanir, bæði bygnaðarliga og innihaldsliga.

Landsstýrið ætlar tískil at nýskipa fólkaskúlan við at leggja skúlar saman – serliga nú ætlanin er at leggja kommunurnar saman í størri eindir.

Skúlaverkið skal umleggjast, tí fakliga umhvørvið á einum skúla má verða til staðar fyri lærarar og næmingar.

Og vit hava ikki ráð til skúlaflokkar við vanliga færri enn 24 næmingum, staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen.

- Arbeitt verður eisini við at endurskoða gymnasialu útbúgvingarnar og Yrkisútbúgvingarnar og harafturat verður hildið fram við ætlanunum at byggja ein nýggjan Skúladepil í Marknagil í Tórshavn og leggja saman teir tríggjar miðnámsskúlarnar í økinum.

Myndin er av fólki á landsfundi sambandsfloksins í dag