Páll Mohr Joensen, HB, var fegin um sigurin á B68 í gjár, men tóktist eitt sindur bilsin, at tað skuldi henda so lætt:
– Vit ætlaðu frá fyrsta bríksli leggja trýst á B68, og tað gekk yvir evni, tá teir fingu ein mann útvístan og vit fingu brotsspark, fyri síðani at skora til 2-0 beint aftaná. Mestsum longu at byrja við høvdu vit fullført tað, vit skuldu, og so var bara at stýra tí allan vegin, segði Páll.
– At Andrew av Fløtum fekk sítt seinna gula kort og fór út, gjørdi kanska, at vit tóku okkum eitt sindur longur aftur, men eg haldi ikki, at tann útvísingin tarnaði okkum upp á nakran máta, tí vit høvdu framvegis stýr á tí.
Meðan HB hevði stýr á, tóktist støðan ein onnur hjá B68, og tað var týðiligt, at toftamenn kendu seg at vera fyri mismuni: – Teir vóru øgiliga frustreraðir og róptu nógv eftir dómarunum. Kanska teir hava kent seg illa viðfarnar, men eg haldi ikki, at tað líktist nøkrum, at teir leikaðu í, sum teir gjørdu, segði Páll Mohr Joensen.
-hil