Nú klokkan eitt hittast leiðararnir í teimum 27 ES-londunum til ein fund, sum kann fáa stóran týdning á ymisk viðurskifti í samveldinum.
Á fundarborðinum liggja trý mál. Tað fyrsta er tann sokallaði EMS-grunnurin, har leiðararnir skulu royna at semjast um bjargingargrunnin hjá evruni, sum skal hava til endamáls at veita illa trongdum evrulondum stuðul og lán. Ætlanin er, at grunnurin skal fara at virka frá 1. juli í ár við 500 milliardum evrum ella 3.715 milliardum krónum sum byrjanarkapitali.
Tað næsta evnið á skránni er ein sáttmáli, sum skal binda evrulondini til at halda betri skil á fíggjarpolitikkinum til tess at forða fyri, at skuldin og hallið hjá tí einstaka landinum gerast ein so stórur trupulleiki, at tað verður neyðugt við skjótari hjálp. Tey tíggju londini, sum ikki hava evruna sum gjaldoyra, kunnu sjálv velja, um tey vilja vera við í hesum samstarvinum ella standa uttanfyri. Bara Bretland hevur boðað frá frammanundan, at landið fer ikki upp í eitt tílíkt samstarv.
Tað triðja málið, sum leiðararnir skulu taka støðu til, snýr seg um at skapa vøkstur og arbeiðspláss. Her skal størsti denturin leggjast á at útvega teimum ungu arbeiði.










