Aksel V Johannesen, fólkatingsmaður vil nú hava, at ein kanning av donskum bankum, eisini skal umfata føroyskar bankar.
Hann vísir á, at danski vinnumálaráðharrin, Ole Sohn, hevur sett eina serfrøðinganevnd at útgreina týdningarmiklar peningastovnar í Danmark.
Hetta er tað, sum á fakmáli nevnist systemiskt týdningarmiklir bankar.
Grundgevingin er, at Danmark hevur peningastovnar, ið eru so stórir, at koma teir í trongstøðu, kann tað hava avgerandi týdning fyri danskan búskap.
Fíggjarmarknaðurin er danskt málsøki, og í Føroyum hava vit havt fleiri bankakreppur ið hava havt ógvusliga ávirkan á føroyska búskapin.
Seinasti bankin, sum fór í hundarnar, var Eik, sum myndin er av.
Tískil vil Aksel Johannesen nú hava at vita, um danski vinnumálaráðharrin ætlar at útgreina slíkar systemisk týdningarmiklar peningastovnar fyri Føroyar eisini.
- Fíggjarstovnar, ið ikki eru stórir í donskum høpi, kunnu tó vera lutfalsliga týdningarmiklir fyri føroyska búskapin.
- Sostatt kunnu føroyskir bankar, ið neyvan eru systemiskt týdningarmiklir í danska búskapinum, vera serliga systemiskt týdningarmiklir í Føroyum.
Aksel V. Johannesen heldur, at sostatt er eisini tørvur á, at útgreina systemiskt týdningarmiklar bankar í Føroyum fyri at tryggja ein sunnan og støðugan fíggjargeira í Føroyum, sum minkar um vandan fyri, at slíkir peningastovnar koma í trongstøðu.