- Eg taki ikki undir við nógvum av politikkinum hjá samgonguni.
Tað staðfestir Mia av Kák Joensen, sum er leiðari í floksstjórnini hjá Miðflokkinum.
Í Sosialinum, sum liggur í handlum og kioskum nú, staðfestir Jenis av Rana, at kemur ikki kollveltandi broyting í politikkin hjá samgonguni, er ongin annar møguleiki hjá honum enn at fara úr samgonguni.
Og tað er í øllum førum greitt, at týðandi leiðslufólk í baklandinum hjá flokkinum taka undir við honum.
Mia av Kák Joensen, sum er floksstjórnarleiðari í Miðflokkinum, staðfestir, at sjálv er hon samd við Jenis av Rana.
Leiðarin í floksstjórnini sigur, at hon er eisini ónøgd við somu mál, sum Jenis av Rana hevur kravt skulu broytast, skal hann halda fram í samgongu.
Her er talan um at hækka pensjónsaldurin frá ári til árs. Men her er eisini talan um at skerja stuðulin til arbeiðsleys og hon trekur heldur ikki undir við, at studningurin til lesandi skal skerjast.
Miðflokkurin hevur ikki havt floksfund um málið og leiðarin í floksstjórnini sigur, at fyrrenn fundur hevur verið, vil hon einki siga um avgerðina hjá Jenis av Rana um at fara úr samgonguni.
Hon leggur afturat, at flokkurin er ikki boðsendur til fundar um støðuna.