politikk í skýmaskotum um lagnuna hjá føroya fólki. Ikki búgvið Løgmaður hevur fleiri ferðir váttað, at hann seinastu tíðina hevur havt samband við danska forsætisráðharran um nýggja sjálvstýrisleistin hjá [...] hvat politikarar teirra arbeiða við, siga teir. Teir báðir andstøðuleiðararnir vísa á, at løgtingið hevur sett opinleikan í hásætið, við tað, at allar viðgerðir í løgtinginum verða varpaðar út og lagdar á [...] fyri óformelt prát. ? Talan er hvørki um samráðingar ella óformelt prát. Talan er um samskifti, sum hevur til endamáls at finna eina semju um nýggja leistin, segði Anfinn Kallsberg við Sosialin undan fundinum
Mørkøre, gospelsangara úr Klaksvík, kemur á gøtuna í hesi vikuni. Talan er um útgávu, har Torkil hevur gjørt sær stóran ómak við at fáa tónleik og sang at sita. Umframt at nakrir av fremstu tónleikarunum [...] burtur úr Nýggja fløgan kallast A Matter of Time, og á fløguni eru 10 sangir, sum Torkil Mørkøre hevur skrivað. Umframt Torkil eru eisini tónleikarar sum Jan Zachariasen, Hans Poulsen, Gunnar Guttesen [...] nýggjum, sigur Torkil Mørkøre. - Eg skuldi havt tikið eitt kopi av upptøkunum, men tað tykist, sum man hevur so stórt álit á teldunum - til tað gongur galið. - Á fyrru upptøkunum var Niclas Johannesen nógv við
feløg sýnt áhuga. Jákup í Stórustovu, sum er sonevndur fótbóltsagentur, hevur nú boðað frá, at enska stórfelagið, Arsenal, hevur boðið Inga Højsted at koma at venja við teimum. Arsenal hevði talentskótar [...] Yrkisfótbóltur Seinasta góða árið ella so, hevur ein sonn eksplosión verið at sæð í áhuganum fyri ungum føroyskum fótbóltsleikarum. Ferð eftir ferð hava vit hoyrt um ungar leikarar, sum sleppa á venji [...] boði at fara eina ferð afturat til Hollands, men Jákup í Stórustovu leggur afturat, at áhugi eisini hevur verið vístur frá fleiri øðrum feløgum á meginlandinum. Aðrir eru eisini ávegis Umframt teir báðar
tað fáa vit her. Tað kann tí vera ein katastrofa fyri eina familju, um ein hevur diabetes, sigur Kristianna. Diabetesfelagið hevur sent eitt tíðindaskriv út í sambandi við dagin. Her eru nakrir reglar, sum [...] hava vit fingið fólk at hava fyrilestur, millum annað ein kostrágeva, sigur Kristianna Rein. Tað hevur annars ikki verið vanligt í Føroyum at gera nakað burturúr hesum degnum, hóast altjóða diabetesdagurin [...] um teir verða fylgdir. Fjølbroyttur kostur við nógvari frukt og grønmeti verður viðmælt. Rørsla hevur somuleiðis stóran týdning, og tá er ikki bara talan um at ganga róliga, men eisini at fáa pulsin eitt
venjingarleguna hjá GÍ hevur verið roknað við, at okkurt fór at henda. Geir Lange, sum í fleiri ár hevur rætt GÍ eina hjálpandi hond í fyrireikingunum av venjingarlegu teirra, hevur seinastu 18 árini starvast [...] kunna siga, at øll heima hjá okkum eru sera spent um hetta. Ikki minst pápi mín, sum alla tíðina hevur eggjað mær til, so frá teirra síðu er als eingin trupulleiki,sigur Súni at enda. Vónandi verður tað
áheitanir frá bæði kommunum og privatum um at fáa rættin til vatnið, sum kom úr tunlinum, men ivi hevur verið um spurningin um, hvør hevði rættin til vatnið, og tískil eisini um, hvør kann veita eitt tílíkt [...] lóggáva fevnir um rættin til omanávatn, og gevur tí ikki svar upp á spurningin um, hvør eigur ella hevur rættin til undirgrundarvatn. Hetta er eisini ein spurningur um, hvat ognarrætturin hjá jarðareigarum [...] ognarrætturin hjá jarðareigaranum røkkur so langt niður, sum tað higartil kenda vanliga brúkið av ognini hevur kravt. Gagnnýta tilfeingið ? Uttan at taka støðu til nevnda spurning generelt, verður mett, at tað
Krøv til landbúnaðin og tillagan hava til allar tíðir verið galdandi. Í dagliga strevinum hevur fyri flest øll verið eitt grundleggjandi ynski at fáa sum frægast burturúr. Togtogan er millum tað gamla [...] stimbra og geva íblástur til okkum, ið dagliga fáast við landbúnað. Tiltakið er skipað so, at tað hevur alstóran týdning at møguligur hjúnarfelagi er við. Sjálvt um viðkomandi ikki beinleðis luttekur í [...] um, hvussu vit menna seyðahaldið í Føroyum. Vit seta spurningin um hetta er til gaman ella álvara. Hevur hetta størri týdning fyri lív og trivnaðin kring oyggjarnar enn vit geva okkum fær um. Eisini fara
Í dag gerst trengri á føroyska fíggjarmarknaðinum. Íslendska fíggjarfyritøkan Kaupthing hevur nevniliga gjørt av at venda eygunum móti føroyska fíggjarmarknaðinum. Johnny Brøgger, sum starvast hjá Kaupthing [...] meklaravirksemi og at stýra langtíðarlikviditetinum hjá sparikassunum. Hetta mundi gangast væl, tí síðani hevur felagið økt munandi um virksemið. ? Í 1996 stovnaði Kaupthing eina íløgueining í Luxembourg við tí [...] tí Johnny Brøgger um tað var ein orsøk til, at Kaupthing nú vendir nøsini hendavegin. ? Kaupthing hevur verið sera virkin á íslendska marknaðinum bæði í sambandi við privatiseringar og í sambandi við at
feløgini, umframt løgtingsmenninir úr Suðuroynni. Øll møttu upp, uttan sambandsflokkurin. Ætlanin hevur leingi verið at halda hendan fundin, men hetta var fyrsti dagurin øll tey politisku feløgini og allir [...] ðini høvdu játtað at koma. Fundurin var komin ílag eftir at tað kom fram, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið 1,5 millión ov lítið á fíggjarlógini í ár til lønir til at virksemið kundi halda fram óbroytt [...] Sostatt skulu sparingar setast í verk og tað er komið sera illa við, tí leiðslan á sjúkrahúsinum hevur alla tíðina ført fram, at tað eru ikki fleiri starvsfólk á sjúkrahúsinum enn avgjørt neyðugt og at
ikki óvanligt tá ÍF er annað liðið, men trupulleikin hjá ÍF hevur verið, at orkan ofta er gingin undan móti endanum av dystinum og so hevur tap verið í hendi. Ikki tí, meiri enn einaferð hava tær verið [...] ÍF-Dráttur 2-1 So eydnaðist tað. ÍF hevur verið so nær við fleiri ferðir í ár, men sum oftast hava tær kortini verið við undirlutan tá til stykkis kom. Men fríggjakvøldið eydnaðist tað fuglfjarðakvinnum [...] dysturin fríggjakvøldið er kanska ein góð mynd av árinum hjá Drátti. Tær hava verið ov ójavnar. Trupult hevur verið at funnið tað støðuga spælið, sum er neyðugt skalt tú gera teg galdandi í oddinum. Tær hava