Ein meting sigur, at ímillum 1000 og 1500 føroyingar hava diabetes í dag. Um hagtølini í hinum Norðurlondunum eisini eru eftirfarandi í Føroyum, og tað er nógv, sum bendir á hetta, skuldi talið ligið harum.
- Nógv er bangin fyri gongdini, tí at alt fleiri fólk fáa diabetes sigur Kristianna Rein.
- Tað er lívshátturin, sum er broyttur so nógv. Vit eru farin frá einum aktivum til eitt inaktivt lív. Tað er hent við øllum teimum tólum, sum lætta okkum um gerandisdagin í dag, sigur Kristianna Rein.
- Ístaðinfyri at vera úti sita vit ov nógv innandura í dag, og tað er ein av vandunum. Samstundis sum at kostvanarnir hjá okkum ikki minka um vandan við diabetes, fáa vit eins nógvar kaloriur sum fyri fimti árum síðani, sigur formaðurin.
Diabetes er eisini nógv tengt at arvinum, men tað eru nakrar ytri umstøður, sum gera seg galdandi.
Opið hús í Losjuni
Í sambandi við altjóða diabetes dagin, skipar diabetesfelagið fyri einum tiltaki.
- Komandi leygardag fara vit at hava opið hús í í Losjuni í Havn. Har verður tilfar um diabetes at fáa, og eisini hava vit fingið fólk at hava fyrilestur, millum annað ein kostrágeva, sigur Kristianna Rein.
Tað hevur annars ikki verið vanligt í Føroyum at gera nakað burturúr hesum degnum, hóast altjóða diabetesdagurin ikki er nakað nýtt.
Í londum, har viðgerðin er vánalig, verður hinvegin meira gjørt burturúr degnum fyri at vísa á, at sjúklingar hava vánaligar umstøður at røkja sína sjúku.
- Í Norðurlondum eru umstøðurnar hjá diabetessjúklingum hvat viðgerðini viðvíkur góðar. Tað er í so nógvum londum, at sjúklingarnir ikki fáa ókeypis insulin, men tað fáa vit her. Tað kann tí vera ein katastrofa fyri eina familju, um ein hevur diabetes, sigur Kristianna.
Diabetesfelagið hevur sent eitt tíðindaskriv út í sambandi við dagin. Her eru nakrir reglar, sum kunnu fyribyrgja sjúkuni, um teir verða fylgdir.
Fjølbroyttur kostur við nógvari frukt og grønmeti verður viðmælt. Rørsla hevur somuleiðis stóran týdning, og tá er ikki bara talan um at ganga róliga, men eisini at fáa pulsin eitt sindur upp.
Tað er somuleiðis týdningarmikið at læra sjúklingar at brúka heilsuverkið fyri at fáa tær neyðugu upplýsingarnar viðvíkjandi sjúkuni. Soleiðis kann ein sjúklingur læra seg at taka sær av sjúkuni sjálvur.