Landsstýrið spælir huldumannaspæl

Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard fingu á uttanlandsnevndarfundinum fríggjadagin einki nærri at vita um sambandið millum løgmann og danska forsætisráðharran. Hesum finnast teir harðliga at í tíðindaskrivi

 

Teir báðir formenninir fyri stóru andstøðuflokkarnar fingu ikki innlit í, hvat í løtuni gongur fyri seg millum landsstýrið og donsku stjórnina í sjálvsstýrisspurninginum, eins og teir høvdu ætlað.

Tí finnast teir í felags tíðindaskrivi við yvirskriftini »Huldumannaspæl um lagnu føroyinga« harðliga at framferðini hjá landsstýrinum Teir vísa á, at tað sambært løgmanni er avtalað spæl millum landsstýrið og donsku stjórnina, at samráðingarnar, sum nú fara fram, eru í trúnaði.

Í tíðindaskrivinum átala Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard hesi framferð, og siga teir seg ikki kunna góðtaka, at landsstýrið og danska stjórnin samstarva um at halda okkara framtíðar lagnu dulda fyri Føroya fólki.


Skulu hava innlit

Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen halda tað vera eina sjálvfylgju, at fólkið fær at vita, hvat gongur fyri seg millum landsstýrið og donsku stjórnina, tí sambandið snýr seg um fólksins framtíð og lagnu.

? Ein politisk skipan í árinum 2000 eigur at tola, at fjølmiðlarnir sum tað sokallaða fjóðra statsvaldi, siga fólkinum frá, hvat politikarar teirra arbeiða við, siga teir.

Teir báðir andstøðuleiðararnir vísa á, at løgtingið hevur sett opinleikan í hásætið, við tað, at allar viðgerðir í løgtinginum verða varpaðar út og lagdar á internetið. Somuleiðis vísa teir á, at nevdarskjølini frá løgtingsarbeiðinum eru almenn.

Tí halda teir, at tað ikki kann góðtakast, at landsstýrið og stjórnin føra politikk í skýmaskotum um lagnuna hjá føroya fólki.


Ikki búgvið

Løgmaður hevur fleiri ferðir váttað, at hann seinastu tíðina hevur havt samband við danska forsætisráðharran um nýggja sjálvstýrisleistin hjá landsstýrinum. Hetta váttaði hann seinast í grein í Sosialinum leygardagin.

Men løgmaður vil ikki kalla samskiftið við danska forsætisráðharran fyri samráðingar. Samstundis vil hann heldur ikki kalla samskiftið fyri óformelt prát.

? Talan er hvørki um samráðingar ella óformelt prát. Talan er um samskifti, sum hevur til endamáls at finna eina semju um nýggja leistin, segði Anfinn Kallsberg við Sosialin undan fundinum í uttanlandsnevndini fríggjadagin.

Løgmaður sigur, at málið í løtuni er á einum slíkum støði, at tað ikki er búgvi til at verða almannakunngjørt. Men hann ger greitt, at tá ein avtala fyriliggur, skulu fjølmiðlarnir fáa at vita, hvat avtalan inniber.