Krøv til landbúnaðin og tillagan hava til allar tíðir verið galdandi. Í dagliga strevinum hevur fyri flest øll verið eitt grundleggjandi ynski at fáa sum frægast burturúr. Togtogan er millum tað gamla og kenda og tørvin at ganga nýggjar leiðir.
Vikuskiftið er ætlað at stimbra og geva íblástur til okkum, ið dagliga fáast við landbúnað. Tiltakið er skipað so, at tað hevur alstóran týdning at møguligur hjúnarfelagi er við. Sjálvt um viðkomandi ikki beinleðis luttekur í arbeiðinum á garðinum. Eisini er hetta ætlað teimum, sum hava í hyggju at taka yvir ella festa fedrana garð.
Ein partur av skránni fer at snúgva seg um, hvussu vit menna seyðahaldið í Føroyum. Vit seta spurningin um hetta er til gaman ella álvara. Hevur hetta størri týdning fyri lív og trivnaðin kring oyggjarnar enn vit geva okkum fær um. Eisini fara vit at viðgera hvussu meira kann fáast burturúr seyðahaldinum.
Fyrireikararnir hava fingið samband við norðmannin Ole Christian Hallesby, landbúnaðarráðgeva í fíggjarspurningum. Serliga arbeiðir hann við at hjálpa bóndum við avgerðum, sum hava ávirkan á liviumstøðurnar í framtíðini. Millum annað skipar hann fyri framtíðarsmiðjum fyri Norsk Bondelag. Hann hevur orð á sær, at leggja dent á tey menniskjaligu virðini. Meir fæst at vita við at lesa blaðgreinina, ið er hjáløgd.
Spurningar hann millum annað fer at viðgera:
?Hvat er tað at vera bóndi
?Hvørji viðurskifti eru avgerandi um tú er bóndi um 10 ár
?Samanberingar millum Noreg og Føroyar
?Umstøðurnar fyri landbúnaðin, hvat kann bóndin sjálvur ávirka
?Áskoðanin at verða bóndi
?At verða bóndi er meir enn fíggjarstøðan
?Hvussu yvirliva undir ótryggum viðurskiftum
?Støðan til ótryggleika
?Leiðin frá dreymi til veruleika
?Hvat er ein dugnaligur bóndi
?Fíggjarlig stýring av fyritøku
?Uttan íløgur steðgar fyritøkan
?Hvussu stóra skuld orkar garðurin at bera.
Hetta er eitt gott høvi til at koma heimaífrá og vera við at læra og fáa samband við starvsfelagar kring landið. Tiltakið byrjar fríggjadag klokkan 18.00 við eini máltíð og endar sunnudag á middegi. Kostnaðurin fyri hvønn er 1.000 kr., ið skal gjaldast inn á konto í Føroya Banka nummar 428 155 3 ella postgiro nummar 61 042. Hava tit eitthvørt at spyrja um, eru tit vælkomin at ringja til undirritaða á telefon 328013, har eisini tilmelding fer fram innan 1/2 februar.











