Fundur um støðuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Sparingar eru settar í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi og fleiri eru á veg

Sunnudagin tóku tey politisku feløgini í Suðuroynni stig til ein fund við leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi um fíggjarstøðuna hjá sjúkrahúsinum.

Á fundinum vóru umboð fyri tey politisku feløgini, umframt løgtingsmenninir úr Suðuroynni.

Øll møttu upp, uttan sambandsflokkurin.

Ætlanin hevur leingi verið at halda hendan fundin, men hetta var fyrsti dagurin øll tey politisku feløgini og allir teir fýra løgtingsumboðini høvdu játtað at koma.

Fundurin var komin ílag eftir at tað kom fram, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið 1,5 millión ov lítið á fíggjarlógini í ár til lønir til at virksemið kundi halda fram óbroytt.

Sostatt skulu sparingar setast í verk og tað er komið sera illa við, tí leiðslan á sjúkrahúsinum hevur alla tíðina ført fram, at tað eru ikki fleiri starvsfólk á sjúkrahúsinum enn avgjørt neyðugt og at sparingar tí fara at raka sera meint.

Fyribils eru 4,5 fólk søgd úr starvi, men støðan er í løtuni slepst ikki undan fleiri sparingum.

Landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum arbeiðir við eini umsókn, til tingið um at sleppa at flyta 700.000 krónur frá rakstrinum til lønir.

Men so eru 800.000 krónur eftir, sum skulu sparast.

Sparingar fyri 680.000 krónur eru longu settar í verk við tað, at tveir fysioterapeutar eru sagdir upp, umframt 1/2 fólk í køkini, en teknikari og tað eina fólkið, ið sat við vekslaran og í leiðbeiningini.

Góðtekur tingið, at 700.000 krónur verða fluttar frá rakstri til lønir, eru sostatt 120.000 krónur eftir, sum framvegis mangla í.

Og eisini tað fer at krevja uppsagnir.

Hvussu nógvar er ikki greitt enn, men tað kann skjótt verða meiri enn ein.

Tað veldst um, nær uppsagnirnar verða settar í verk, tí vanliga uppsagnartíðin er ímillum tríggjar og seks mánaðir, so tað er leingi ?at sleppa av við fólk?. Og tess seinni tær verða settar í verk, tess meiri skal sparast fyri at halda játtanina.

Fyribils hevur landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum biðið leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahús bíða við uppsagnum á seingjadeildini og í ljósmóðurskipanini til umsóknin um at flyta 700.000 frá rakstri til lønir er viðgjørd í tinginum.

Góðtekur tingið ikki flytingina, eru tað hinvegin 820.000 krónur, sum skulu sparast afturat.