ÍF ger um seg í botninum

Flogbóltur: Tað, sum næstan hendi seinast liðini hittust, hendi hesaferð. ÍF vann dystin móti Drátti 2-1 og er tí bert eitt stig aftanfyri hini liðini í botninum

ÍF-Dráttur 2-1


So eydnaðist tað. ÍF hevur verið so nær við fleiri ferðir í ár, men sum oftast hava tær kortini verið við undirlutan tá til stykkis kom. Men fríggjakvøldið eydnaðist tað fuglfjarðakvinnum at vinna dystin á Drátti.

Sum vit skrivaðu í leygardagsblaðnum, so var tað um reppið, at ÍF vann seinasta dystin, liðini spældu á Kambsdali, og tí vóru útlit til at dysturin fríggjakvøldið skuldi fara at gerast meira spennandi enn tey flestu roknaðu við ? og so var.


Tryggar í seinasta settinum

Tað var annars so, at liðini vunnu hvør sín hálvleik. Hetta er ikki óvanligt tá ÍF er annað liðið, men trupulleikin hjá ÍF hevur verið, at orkan ofta er gingin undan móti endanum av dystinum og so hevur tap verið í hendi.

Ikki tí, meiri enn einaferð hava tær verið óhepnar í avgerandi løtum, og tapt dystin soleiðis í staðin. Men tað er jú ein partur av flogbóltinum.

Men fríggjakvøldið vóru tær til dystin fús alla tíðina, og tá seinasta sett skuldi til fyri at finna ein vinnara av dystinum, tá vístu ÍF-kvinnurnar, at tað vóru tær, sum vóru betri fyri.

Tær gjørdu bart í seinasta javnbrótaranum og vunnu hann 15-11.

Við tí úrslitinum endaði dysturin við 2-1 sigri til ÍF, sum nú bert er eittans stigi aftanfyri Fleyr.


Spell hjá Drátti

Hjá Drátti var tað harafturímóti spell, at úrslitiðå gjørdist sum tað gjørdist.

Við einum sigri høvdu tær lagt seg undir liðina á TB, sum tapti móti Mjølnir og tað hevði styrkt munandi um teirra møguleikar at fáa silvur í ár.

Men so var ikki og tí mugu vágagenturnar rættuliga bróta upp ermar um tær skulu hava klørnar í silvurmerkini.

Men dysturin fríggjakvøldið er kanska ein góð mynd av árinum hjá Drátti. Tær hava verið ov ójavnar. Trupult hevur verið at funnið tað støðuga spælið, sum er neyðugt skalt tú gera teg galdandi í oddinum. Tær hava vunnið nógvar dystir, men tíverri fyri tær, hava tær tapt teir ?skeivu dystirnar?.

Tað hava tær neyvan nakað í móti í Fuglafirði. Teimum var sigurin kærkomin ...