er talan um eitt spennandi sett. Tað var júst tað sum hendi og tí var triðja sett rættiliga javnt. Men tað var kortini TB a, sum var omaná og Mjølnir, sum royndi at fylgja við, tó uttan heilt at megna tað [...] ruddiliga sum 15-1, og tað merkti, at nú var støðan 2-2, og at farast skuldi undir fimta og seinasta settið, sum jú verður leikt eftir serligum reglum. ? og so hin vegin Av tí at tað var Mjølnir, sum átti so [...] eina breidd, sum ger, at hini liðini hava sera torført at standa seg ímóti verandi og komandi meistarunum. Móttøkuspæl klaksvíkinga er einastandandi gott, og tá tað nú einaferð er móttøkan, sum leggur grundina
telefonlinju kann Heri úr Vági krøkja seg á teldustýringina í Onglandi. So sær hann somu mynd á telduni heima, sum teldan í Onglandi vísir. Soleiðis er gaman í at fara innar í skipanina og gera ábøtur ella kanna [...] leidning um ella okkurt rele, so kann Heri Mortensen heima við hús krøkja seg inn á teldustýringina og síggja, um nakað er á vási. Stýra Alistøðini við hús Sum dømi um nýggju møguleikarnar tekur Heri alistøðirnar [...] hoyrist um fleiri og fleiri fólk, ið sita heima við hús og arbeiða fyri bankar ella fyritøkur. Ein kann í dag t.d. eisini taka sær av sínum bankaviðurskiftum heima við hús. Heri Mortensen sigur, at tá hann
teknast annaðhvørt sum ein ábyrgdartrygging ella sum ein samansett ábyrgdar- og skrokktrygging. Meðan Tryggingarfelagið Føroyar býtir bilarnar upp í bilbólkar, so er tað vektin, sum er avgerandi hjá p [...] og eina vanliga skipan við stigum, so sum vit kenna tað frá Tryggingarfelagnum Føroyar. ? Vit hava lagt stóran dent á, at okkara skipan skal vera so einføld, sum gjørligt, sigur Christian C. Nielsen, stjóri [...] eru serligar reglur galdandi. Við fastgjaldsskipanini bjóðar TRYGD út eina trygging, sum er eitt tilboð til teirra, sum klára at koyra leingi uttan at gera nakran skaða. ? Umframt at tryggingargjaldið er
so sigur hann so mikið sum, at teir eru nøgdir við 1998. ? Støðan hjá okkum í 1997 var tann, at vit, meiri ella minni vóru tvungnir at taka á okkum raksturin av einum skipi, sum var alt ov dýrt. Hetta [...] til at Skipafelagið legði farleiðina niður og slapp sær av við skipið, sum var leigað. ? Vit sluppu okkum av við ein aktivitet, sum hevði tyngt okkara rakstur ógvuliga nógv og tað sæst aftur. Men tað tók [...] lyndið til at gloyma, at Skipafelagið ikki bara hevur skip sum sigla við farmi, men at felagið eisini hevur nógv annað virksemi, bæði her heima og uttanlands, og at teir tí altíð hava verið noyddir at tillaga
Sostatt økti Kyndil um leiðsluna, sum nú er trý stig, og harumframt hava Kyndilsmenn spælt ein dyst færri enn H71, sum er á øðrum plássi. Tað vóru annars kollfirðingar, sum løgdu best út og vóru á odda 6-3 [...] sjónvarpinum, og tað helt ivaleyst ein part av vanligu áskoðarunum heima við hús, í øllum førum í Havnini) vórðu tveir av dystunum, sum eru framskundaðir vegna altjóða luttøkuna hjá U18 landsliðnum, avgreiddir [...] dystinum skiftust liðini um at skora, so javna støðan helt sær fram til 29-29, sum gjørdist endaliga úrslitið. Eitt úrslit, sum hvørki strandingar ella hoyvíkingar kundu brúka til nakað serligt, men kortini
er, sum eg havi samband við, men hon býr niðri, sigur Guðrið, sum sigur seg sakna eitt umhvørvi, men vísir á, at hetta er galdandi innan mong øki í Føroyum, um tað er ein lækni ella tónleikari, sum hevur [...] kent meg væl móttikna, bæði av fólki sum hava keypt frá mær og stuðlað, og eisini innan listaheimin. Eg eri komin við á listaframsýningar, saman við málarum o.ø., sum tað eru fleiri av, men sjáldan havi [...] tað er vandin, so eg skilji væl tey, ið ikki koma heim, sigur Guðrið, sum sjálv hevði stóran skund at sleppa heimaftur, mest sum ov, heldur hon í dag. LISA Guðrið Poulsen hevur eina ella tvær ferðir árliga
er, sum eg havi samband við, men hon býr niðri, sigur Guðrið, sum sigur seg sakna eitt umhvørvi, men vísir á, at hetta er galdandi innan mong øki í Føroyum, um tað er ein lækni ella tónleikari, sum hevur [...] kent meg væl móttikna, bæði av fólki sum hava keypt frá mær og stuðlað, og eisini innan listaheimin. Eg eri komin við á listaframsýningar, saman við málarum o.ø., sum tað eru fleiri av, men sjáldan havi [...] tað er vandin, so eg skilji væl tey, ið ikki koma heim, sigur Guðrið, sum sjálv hevði stóran skund at sleppa heimaftur, mest sum ov, heldur hon í dag. LISA Guðrið Poulsen hevur eina ella tvær ferðir árliga
til at taka hattin av fyri manninum, sum vit bara kenna sum hann, sum hevur selt harraklæðir í SMS. Og SMS verður so avgjørt eitt fátækari stað, nú Kári gevst sum handilsmaður. Men í veruleikanum er hann [...] stórflennandi afturat. Tað, sum hann tó frøðir hann mest er, at tað er hann sjálvur, sum hevur latið handilin aftur. ? Tað vóru ikki frakkaklæddir menn, við »stressmappu«, sum søgdu mær, at eg skuldi lata [...] broytingum, sum eru farnar fram í húsinum. Onkuntíð var hárið stívt av støvið og klæðini vóru grá, av somu orsøk. Støvið fært tú gratis Sjálvandi minnist Kári aftur á nógvar søgur, men sum hann sigur,
einari Honda 125 ccm, sum er ein størri motorcross, fyri 14 ár og eldri. Tá hann fylti 14, kundi hann velja millum at koyra á eini slíkari, ella heldur halda fram við 80 ccm súkkluni sum A-koyrari og sostatt [...] hesum flokkinum. Venjarar hjá Kenneth eru Jens Ø. Nielsen, sum gjøgnum fleiri ár var danmarksmeistari í 500 ccm, og Jesper K. Jørgensen, sum er bæði danmarksmeistari og europameistari í 250 ccm. Í løtuni [...] nøkrum av heimsins bestu koyrarum. So spennandi verður at fylgja við unga gøtumanninum, sum hevur eina góða framtíð sum motorcross koyrari.
vísir seg millum annað við, at trivnaður og menning á fleiri økjum ikki er eins stór á útjaðaraøkjum sum á miðøkinum. Eisini eru fleiri útjaðaraøkir beinleiðis hótt. ? Seinastu mongu árini er hend ein miðsavning [...] at flyta ella ferðast til arbeiðis. Sama er galdandi hjá lesandi og útbúgvingarsøkjandi, ið búgva heima. Inntøkumissur ? Umframt at nýta tíð til ferðing hava tey, ið ferðast til arbeiðis, beinleiðis inntøkumiss