Emil L. Jacobsen
Í Føroyum er ítróttargreinin motorcross, eins og allar ítróttargreinar við kappkoyring, sum heild rættiliga ókend. Men tað merkir ikki, at føroyingar ikki kunnu gera seg galdandi í hesum ítróttargreinum uttanlands.
Tað er 14 ára gamli Kenneth Danielsen, ættaður úr Gøtu, eitt gott dømi um. Fyri góðum tveimum árum síðani skrivaðu vit í Sosialinum um Kenneth, og framgongdin er ikki steðgað síðani tá, verri enn so.
Kenneth byrjaði at koyra motorcross sum 10 ára gamal, og síðani tá hevur gingið avbera væl. Tá Kenneth bleiv 12 ár, byrjaði hann á eini størri súkklu, har hann ferðaðist kring Danmark og var við í bæði Sjællandsmeistarakappingini, har hann bleiv nummar fýra, hóast hann ikki var við í eini av kappingini, tí hann var heima í Føroyum og bleiv fermdur, og í DM, har hann í samlaðu kappingini bleiv nummer 11 av 44 luttakarum. Í DM misti hann eisini eina kapping, tí súkklan sveik, og tað bar ikki til at fáa eykalutir í nóg góðari tíð til seinastu kappingina.
Nú er Kenneth Danielsen farin at koyra á einari Honda 125 ccm, sum er ein størri motorcross, fyri 14 ár og eldri. Tá hann fylti 14, kundi hann velja millum at koyra á eini slíkari, ella heldur halda fram við 80 ccm súkkluni sum A-koyrari og sostatt koyra í besta flokkinum, og hann valdi at satsa uppá tað seinna.
Kenneth venur einaferð um vikuna frá november til mars, men tá summartíðin byrjar, verður vant tríggjar ferðir um vikuna, og ofta er hann við í kappingum bæði leygardag og sunnudag.
Vann ársins
fyrstu kapping
Leygardagin 27. februar fekk Kenneth Danielsen enn eina stóra avbjóðing, tá hann fyri fyrstu ferð var við í eini stórari kapping fyri 125ccm súkklur í flokki C.
Spenningurin var stórur, og liðfelagarnir høvdu góðar vónir til Kenneth, hóast hinir koyrararnir vóru bæði eldri og royndari.
Til 1. riðil (»heat«) vóru 22 við frá byrjan. Kenneth kom illa frá byrjanini. Hann fór sum nr. 14 um tað fyrsta svingið, men tá hann hevði koyrt eitt umfar, var hann longu komin upp á fjórða pláss, og tá hann hevði koyrt teir 20 minuttirnar, ein riðil varar, var hann nummar tvey.
Í næsta riðli fekk Kenneth eina betri byrjan, var nummar fýra um fyrsta svingið og so koyrdi hann seg róliga til sigurs í hesum riðlinum. Sostatt vann Kenneth ársins fyrstu kapping við 37 stigum, meðan tann næsti fekk 28 stig. Hetta má sigast at vera eitt einastandandi úrslit ? fyrsta kapping í einum flokki, har flestu koyrararnir eru eldri og meira royndir.
Við hesum framúr góða úrslitinum meta venjararnir nú, at Kenneth skal flytast upp í B-flokkin, har teir vænta, at hann fer at liggja millum 10-15 teir bestu. Tað eru umleið 40 koyrarar í hesum flokkinum.
Venjarar hjá Kenneth eru Jens Ø. Nielsen, sum gjøgnum fleiri ár var danmarksmeistari í 500 ccm, og Jesper K. Jørgensen, sum er bæði danmarksmeistari og europameistari í 250 ccm.
Í løtuni er Kenneth í Belgia á venjingarlegu í eina viku, og her fær hann møguleika fyri at hitta og venja saman við nøkrum av heimsins bestu koyrarum.
So spennandi verður at fylgja við unga gøtumanninum, sum hevur eina góða framtíð sum motorcross koyrari.










