Nýstovnað el- og teldufyritøka í Vági:Kann stýra verksmiðju í Onglandi úr Vági

El-verkfrøðinginum Hera Mortensen í Vági nýtist als ikki at vera har tað hendir, ið hann fæst við. Bert hann hevur eina telefonlinju og eina teldu, so greiðir hann trupulleikarnar, hvar teir enn eru.

Hann hevur stovnað el- og teldufyritøku og kann millum annað byggja el-stýringar til virki og fyritøkur. Og at rætta smábrek í eini stýring, ið er hinumegin knøttin, er eingin forðing, hóast ein situr í einum kjallara í Vági

Gamla slagorðið "vit eru har tað hendir", kann ikki júst nýtast um fyritøkuna hjá Hera Mortensen í Vági. Tí honum nýtist als ikki at vera har tað hendir, ið hann fæst við.

Heri Mortensen er el-verkfrøðingur, og setti 1 november í fjør á stovn nýggja el- og teldufyritøku og hevur júst avgreitt sína fyrstu størru bílegging. Hetta var ein el-stýring til eina stóra fyritøku í Onglandi og bíleggingina fekk hann frá sínum gamla arbeiðsgevara í Danmark, Smetek, ið ger maskinur til jarnídnaðin.

Heri Mortensen fór til Onglands at seta stýringina upp, men eftir hetta nýtist honum ikki at ferðast aftur og fram at rætta møgulig smábrek, ið ikki eru óvanlig í byrjanartíðarskeiðnum.

Við eini telefonlinju kann hann koma í samband við teldustýingina, og soleiðis rætta møgulig smábrek.

Fyritøkan í Onglandi er stór og samstarvar t.d. við Aerospace og Rolls Royce.


Gamalt og fløkt

Við eini teldu og eini telefonlinju kann Heri úr Vági krøkja seg á teldustýringina í Onglandi. So sær hann somu mynd á telduni heima, sum teldan í Onglandi vísir. Soleiðis er gaman í at fara innar í skipanina og gera ábøtur ella kanna, um nakað er áfatt.

Alt hetta nýggja er nakað, ið kemur ístaðin fyri el-talvur og gomlu "rele-stýringarnar". At siga, at hetta kemur ístaðin fyri el-talvurnar er kanska ikki heilt rætt, men teldan verður sett inn í el-talvuna og stýrir henni, ístaðin fyri gomlu og fløktu skipanina við "rele-stýring".

Uttan at fara ov nógv í smálutir við tí tøkniliga, so kann sigast, at talan er um sonevnda PLC stýring. Hetta verður nýtt í vinnuni til sjálvvirkandi tól og er hetta lættari at útbyggja og fáast við, enn gomlu "rele-stýringarnar".

Ístaðin fyri at fara út til brúkaran og býta onkran leidning um ella okkurt rele, so kann Heri Mortensen heima við hús krøkja seg inn á teldustýringina og síggja, um nakað er á vási.


Stýra Alistøðini við hús

Sum dømi um nýggju møguleikarnar tekur Heri alistøðirnar, ið nógvar hava sjálvvirkandi fóðurskipan t.d.

Manningin hevur við framkomnari stýriskipan ikki tørv á at ganga og ansa skipanini alla tíðina. Vakthavandi kann, tá hann kemur til hús, fara inn á sína egnu teldu, krøkja seg inn á telduna á alistøðini og so síggja, hvussu er statt við tólunum.

Heri Mortensen sigur, at tað ofta eru smávegis trupulleikar við stýringum fyrstu tíðina, men at tær vanliga virka í áravís, tá tær eru settar upp. Tó heldur hann, at føroyskar fyritøkur kenna til trupulleikan við at noyðast at fáa tøkningar úr útlondum hendavegin, tá okkurt er áfatt.


Fyribyrgjandi viðlíkahald

Heri Mortensen leggur dent á, at við nýggju tøknini er ikki bert talan um lættari og skjótari tænastu. Eisini er ein avgjørdur fyrimunur, at her ber til at tosa um fyribyrgjandi viðlíkahald. Og ikki minst, so er hetta alt við til at minka um tíðina, ið framleiðslan stendur still.

Við telefon og teldu kann Heri finna "sjúkueyðkennini" og koma við eini loysn. Til ber eisini at hava samskifti við kundan við internetinum.

Netið verður tó sjáldan nýtt í sjálvum virkseminum við tólunum, tí netið er sum heild ikki egnað. Tað er ov óstøðugt.


Øll til Havnar

Nútímans tøknin hevur við sær, at neyðugt er ikki hjá einstaka medarbeiðaranum at vera á staðnum alla tíðina. Úti í heimi hoyrist um fleiri og fleiri fólk, ið sita heima við hús og arbeiða fyri bankar ella fyritøkur. Ein kann í dag t.d. eisini taka sær av sínum bankaviðurskiftum heima við hús.

Heri Mortensen sigur, at tá hann var liðugur at lesa í Århus, so tóktist, sum vildu allir føroysku lestrarfelagarnir til Havnar. Uttan mun til, hvaðani úr Føroyum teir vóru.

Heri heldur hetta ikki vera røttu gongdina. Hann vildi royna at skapa sær okkurt í heimbygdini og við nútímans tøkni liggur væl fyri hjá Hera at hava sína fyritøku í heimbygdini.

Hann sigur, at fleiri viðskiftafólk longur norðuri hava verið heldur ivasom, tá tey hoyra, at fyritøkan er so langt av leið skotin, tí illa ber til at koma beinanvegin. Og skjót tænasta er sum kunnugt best. Men tá Heri so hevur greitt frá, at hetta sum oftast als ikki er neyðugt, so eru fólk bilsin og vísa áhuga.

Í kjallara sínum í Vági situr Heri við telduna. Her kann hann tekna og framleiða nýggjar el-stýringar ella gera ábøtur. Hann kann gera forrit og hann kann halda eyguni við skipanum, uttan mun til, um tær eru settar upp á Oyri, í Onglandi ella Okinawa.

Heri viðgongur, at nakað av idealismu er í hesum, men hann hevur sett sær fyri at royna at virka í heimbygdini og við nýtímans tøkni og vitan, so skuldi hetta eydnast honum.

Hóast tøknin hevur verið til leingi, so er t.d. internet nú vorðið so bíligt, at tað er í sera mongum heimum. Og fyritøkur kunnu í dag ikki vera netið fyri uttan. Heri Mortensen heldur tað vera undrunarvert, at henda tøknin hevur verið til í eini 40 ár, ella meira, men ikki fyrr enn nú er hon atkomilig hjá øllum.

Og tað er júst tað, ið Heri útnyttar. Úr kjallaranum í Vági kann hann mangt og hvat, einasta fyritreyt er ein telefonlinja.