Ólavur í Beiti
Marjus Dam vil hava at vita frá fíggjarmálaráðharranum, Karsteni hansen, hvussu nógv verður goldið í ferðastuðli um árið? Eisini vil Marjus Dama hava at vita, hvussu nógv hevði verið goldið í ferðastuðli um árið, um takstirnir fyri ferðing hjá tænastufólki vóru galdandi? Er ferðastuðulin í dag rímiligur í mun til útreiðslurnar av at ferðast aftur og fram til arbeiðis?
Og at enda spyr Marjus Dam, um so er, at nakar munur er á reellu útreiðslunum og ferðagjaldinum, hevur samgongan so nakrar ætlanir um at økja um ferðagjaldið, soleiðis at útjaðarin ikki verður fyri vanbýti orsakað av, at almenn arbeiðspláss eru í miðøkinum?
Góðtikin veruleiki
Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sigur Marjus Dam, at tað er ein góðtikin veruleiki, at útjaðaraøkini á mangan hátt hava tað trupult í dag. Tað vísir seg millum annað við, at trivnaður og menning á fleiri økjum ikki er eins stór á útjaðaraøkjum sum á miðøkinum. Eisini eru fleiri útjaðaraøkir beinleiðis hótt.
? Seinastu mongu árini er hend ein miðsavning millum annað av almennum arbeiðsplássum og øðrum. Fólk kring landið verða tíðum noydd antin at flyta ella ferðast til arbeiðis. Sama er galdandi hjá lesandi og útbúgvingarsøkjandi, ið búgva heima.
Inntøkumissur
? Umframt at nýta tíð til ferðing hava tey, ið ferðast til arbeiðis, beinleiðis inntøkumiss av hesi ferðing. Tað merkir sostatt, at tann, ið býr nærindis arbeiðsplássinum, hevur ein inntøkufyrimun av hesum, í mun til tann, ið skal ferðast til arbeiðis.
Og um ætlanina við fyrispurninginum, sigur Marjus Dam at enda, at hann vil hava lýst hesi viðurskiftir ? við atlitið til at fáa bøtt um møguligan skeivleika.








