at seta seg í samband við donsk plátufeløg og vísa teimum fløguna. Við hesum vónar hon at leggja lunnar undir eina fløguútgávu í Danmark. Fløgan er upptikin í studionum hjá Róin Siggertson í Herlev. Randarsól [...] Kjølbro, tlf. 36 77 38 20. Før. gudstænasturnar í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00. (Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er [...] Tutl marknaðarførir hana., øll eru hjartaliga vælkomin. Føroyska arbeiðið Í Eliaskirkjuni Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni
hjálpti væl til, at fleiri ríkir havnarmenn góvu gávur í hesum sambandi, og í 1782 átti kirkjan 574 gyllin tøkar. Tá ið kirkjan varð vígd 3. sunnudag í advent, 14. desember 1788, var nógv gjørt burturúr. [...] uppsitara. Sambært húsaskrásetingini frá 1784 býr Winther prestur tá Heimi í Gong, helst í Nólsoyarstovu. Í 1788/89 vóru húsini í Sandagerði liðugt umvæld. Tá flutti havnarprestur út har at búgva, og har búði [...] og nýggjur kirkjugarður Í 1780 fór Winther beinanvegin undir at bøta um teir karmar, kirkjan var skipað í. Um tað mundi hann tekur við prestastarvinum, var Havnin vaksin upp í fleiri enn 600 menniskju
sum báðir hava 39 stig í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Royndin Fríða og Jallurin hava 32 stig í part í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum, og í gentukappingini í barnaróðrinum hevur Blikur [...] Punktum fyri róðrarárið verður sett í morgin. Tað er greitt, at Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ í barnaróðrinum hjá dreingjum hevur vunnið FM. Hvassi við gentumanning, Riddarin við monnum, Argjabáturin [...] Riddaranum úr Miðvági róðu á Jóansøku á Tvøroyri 1500 metra teinin skjótari, enn nakað 6-mannafar við monnum nakrantíð hevur róð 1500 metrar. Tíðin hjá Riddaranum var sambært drekin.fo 6.59.16. Gamla metið átti
efitrløn. Hann hevur verið løgreglumaður í Havn, á Tvøroyri og nógv ár í Vágum. Nú hann legði frá sær, varð hildin fráfaringarsamkoma á politistøðini í Miðvági, har nógvir starvsfelagar vóru komnir at [...] Miðvági:Reðin Leonsson, sum 1. juni legði frá sær sum løgreglumaður, fekk ymisk ummæli, tá hann byrjaði sum løgreglunæmingur í 1967. Eitt var, at talan var um ringasta bandittin í Vágum. Reðin Leonsson [...] buldrari, sigur Reðin Leonsson um gamla felagan. Nú hann leggur frá sær, fer Reðin Leonsson fyrst at slappa av í Mykinesi, sigur hann. Har tívist hann væl og hevur ivaleyst at taka í. Eisini ætlar hann at skriva
royndirnar higartil. Í 2012 lænti reiðaríið gamla Christian í Grótinum til endamálið, meðan Grunnabarð gjørdi royndirnar í fjør. Sum sæst í aðrari grein her á síðunum vóru royndirnar í fjør tó sera avmarkaðar [...] Á sumri í 2011 gav Fiskimálaráðið grønt ljós til tvey reiðarí, sum fingu loyvi til royndarveiðu eftir hvítingsbróðuri í føroyskum sjógvi. Talan var um Northwest Pelagic í Miðvági, sum eigur Atlantsfarið [...] sild og makrel. Í ár hevur Grunnabarð gjørt fimm royndartúrar og fiskað tilsamans umleið 1100 tons. Meðan reiðarin á Grunnabarði letur væl at royndunum higartil, so er fatanin ikki so jalig í Fiskimálaráðnum
fólkaatkvøðu í Rumeina um vikuskiftið verður gjørt av, um orðini um hjúnabandið í grundlógini skulu broytast. Kynsligir minnilutar í Rumenia óttast, at ein hurð verður latin aftur, tá tað í dag og í morgin verður [...] ættleiða barn títt, stendur á eini plakat í býnum Timosoara frá ja-fólkunum. Hjúnaband millum fólk av sama kyni eru loyvd í helmingini av teimum 28 limalondunum í ES. Í dag ger rumenska grundlógin greitt, at [...] verður fólkaatkvøða. Tað snýr seg um orð í grundlógini um familju og hjúnaband. Tað er ikki bara við ótta. Amnesty International og bólkar í ES finnast at fólkaatkvøðuni. – Um tú ikki fert á val, so kunnu
Nysted tók hjálpti til í útróðrarbátunum í bygdini eftir nøkur ár í fólkaskúlanum á Fossanesi. Tað var sjáldan friður á honum, og hann hevði ilt við at geva sær stundir at ganga í skúla. Hugurin var lítil [...] Leven Brown hevði ikki mist mótið. Í januar í ár setti Leven Brown seg í samband við Livar. Hann vildi fegin hava rógvaran við í hópin, sum ætlaði at royna eina ferð enn. Don Lennox og Ray Carroll, sum eru [...] Eftir slakar 44 dagar í viðráki og mótráki um Atlantshavið í bátinum Artemis Investments, fingu Livar Nysted, Don Lennox, Leven Brown og Ray Carroll aftur fast undir fótum í St. Mary í Scilly Oyggjunum. Teir
sýndur í Klaksvík. Komandi mánakvøld og týskvøld verður filmurin at síggja í mentanarhúsinum Atlantis. Filmurin, sum kallast Burturhugur, varð frumsýndur Norðurlandahúsinum undir Listastevnuni fyrr í hesum [...] langt síðani, at regluligar filmssýningar vóru í Atlantis. Tá umvælda mentanarhúsið lat upp var biografvirksemi í húsinum, men tað steðgaði, tá virksemi í húsinum var tyngd av stórari skuld fyri umbyggingina [...] at sýna filmar er í Atlantis, og tí ber til at seta Burturhugur á plakatuna. Filmurin verður sýndur í Atlantis mánakvøldið kl. 20 og týskvøldið kl 21. Atgongumerki á 60 krónur fáast í forsølu á Norðoya
er ein kend politikarafamilja í Miðvági, so bara eftirnavnið kann ivaleyst sparka hurðar inn í einum politiskum flokki. Um tað er hetta Kitty May Ellefsen, býlingsstjóri í SMS, ætlar sær at gera, vil hon [...] hevur arbeitt sum fulltrúi í Vinnumálaráðnum, áðrenn hon fór í starvið sum býlingsstjóri í SMS, hevur sagt núverandi starvið frá sær, og tí verður gitt dúgliga, at hon er á veg upp í politikk. Hesar gitingar [...] Ellefsen er dóttir Jens Eli Ellefsen úr Miðvági, og pápabeiggarnir, Pauli Ellefsen og Svend Åge Ellefsen, hava verið nógv ár í politikki. Fyrrnevndi sum formaður í Sambandsflokkinum og løgmaður, og síðstnevndi
n. Tað vil siga, at í Føroyum fer ein í kirkjuna í vanligum klæðum og fer síðani í stásklæðini til veitsluna. - Ja, mamma mín skilti ikki rættiliga, hví fólk í Føroyum ikki fara í teirra bestu klæðir [...] hon fór heimaftur í januar mánaði í fjør, bar Niels upp bønarorð til Sallyver: Hevði hon hug at koma aftur til Føroyar, var einki til hindurs fyri tí. Hevði hon hug at búgva í Miðvági, var einki til hindurs [...] føroyingur, og arbeiddi á flakavirkinum í Vestmanna, inntil teir minkaðu um arbeiðsmegina fyrr í ár. Hon hevur somuleiðis luttikið á Sangskeiði og Kvinnutingi í leguhúsinum í Nesvík, og er haraftrat við einum