SMS-stjóri á veg upp í politikk

Býlingsstjórin í SMS, sum kemur av eini kendari, politiskari familju í Miðvági, umhugsar at stilla upp a Sambandslistanum. Kitty May Ellefsen hevur fingið nógvar áheitanir, og í kvøld fellur avgerðin, tá Føroya Væl í Havn hevur triðja og seinasta uppstillingarfund

Politikkur

 

Ellefsen er ein kend politikarafamilja í Miðvági, so bara eftirnavnið kann ivaleyst sparka hurðar inn í einum politiskum flokki. Um tað er hetta Kitty May Ellefsen, býlingsstjóri í SMS, ætlar sær at gera, vil hon ikki siga beint nú, men váttar, at hon hevur fingið nógvar áheitanir um at stilla upp á Sambandslistanum.

Kitty May Ellefsen er dóttir Jens Eli Ellefsen úr Miðvági, og pápabeiggarnir, Pauli Ellefsen og Svend Åge Ellefsen, hava verið nógv ár í politikki. Fyrrnevndi sum formaður í Sambandsflokkinum og løgmaður, og síðstnevndi sum løgtings- og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin.

Kitty May Ellefsen, ið hevur arbeitt sum fulltrúi í Vinnumálaráðnum, áðrenn hon fór í starvið sum býlingsstjóri í SMS, hevur sagt núverandi starvið frá sær, og tí verður gitt dúgliga, at hon er á veg upp í politikk.

Hesar gitingar eru ikki heilt viðsíðuna av, tí sjálv sigur hon seg vera freistað av teimum áheitanum, ið eru komnar.

- Eg eri rættiliga impulsiv, og tí passar tað mær væl at skifta hest nú, sigur 39 ára gamla Kitty May Ellefsen.

Fyri Sambandsflokkin er hetta helst góð tíðindi, tí torført hevur verið hjá flokkinum at fingið yvirtala kvinnur at koma á listan. Flokkurin hevur gjørt av at stilla 32 til 34 valevni upp fyri alt landið, og higartil eru bert fýra kvinnur at finna millum evnini til at gerast valevni. Tær eru Ingvør Nolsøe, Majbritt Jacobsen, Sæðunn Ólavsdóttir og Rósa Samuelsen. Tann fimta verður altso eftir øllum at døma Kitty May Ellefsen, um hon verður góðkend á uppstillingarfundinum hjá Føroya Væl, ið er valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymi, sum heldur triðja og seinasta uppstillingarfund í kvøld. Her skal leggjast dentur á, at uppstillingin runt um í landinum langt frá er liðug, og tí er framvegis møguleiki fyri, at fleiri kvinnur koma á listan.