Punktum fyri róðrarárið verður sett í morgin. Tað er greitt, at Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ í barnaróðrinum hjá dreingjum hevur vunnið FM. Hvassi við gentumanning, Riddarin við monnum, Argjabáturin og Klaksvíkingur skulu bara koma á mál í morgin, so verða teir meistarar.
Talan verður um sanna FM finalu millum 5-mannaførini við kvinnur millum Junkaran og Jallin, sum hava ávikavíst 39 og 38 stig og millum Hvessing og Gongurólv, sum báðir hava 39 stig í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Royndin Fríða og Jallurin hava 32 stig í part í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum, og í gentukappingini í barnaróðrinum hevur Blikur 35 stig og Ørnin 34 stig.
Hóast tað ikki verður so nógv tosað um met, tá ið tað ræður um kappróður, sum tað verður eitt nú í svimjing og súkkling, so hava kapprógvarar og tey, sum fylgja væl við, eitt vakið eyga við tíðunum og møguleikanum fyri at seta met.
Metini
Higartil hevur tað bara eydnast einum báti at seta nýtt met. Menninir á 6-mannafarinum Riddaranum úr Miðvági róðu á Jóansøku á Tvøroyri 1500 metra teinin skjótari, enn nakað 6-mannafar við monnum nakrantíð hevur róð 1500 metrar. Tíðin hjá Riddaranum var sambært drekin.fo 6.59.16. Gamla metið átti Sølmundur. Metið setti hann á Jóansøku á Tvøroyri í 1987. Tað metið var 7.04.40.
Róðrarteinurin á Ólavsøku er stívliga 900 metrar. Tað ber tískil ikki til at sammeta tíðirnar á Ólavsøku við tíðirnar á øðrum stevnum og søkum.
Serligur glansur er kring mettíðina hjá 10-mannaførunum. Í 1992 róði Skálabáturin teinin av Argjahøvda og inn á málið í tíðini 3.52.00. Hetta er styttsta tíðin, at nakar kappróðrarbátur nakrantíð hevur róð henda teinin.
Fleiri royndir hava verið gjørdar at taka metið hjá skálamonnum. Fyri tíggju árum síðani var tað um reppið, at tað eydnaðist hjá Havnarbátinum, men tað gekk akkurát ikki. Tíðin var 3.52.03.
Klaksvíkingar høvdu ógvuliga góðan hug á mettíðini fyri tveimum árum síðani, men tað eydnaðist ikki. Klaksvíkingur vann í tíðini 3.56.19, sum er triðibesta vinnaratíðin á Ólavsøku. Fyri tveimum árum síðani varð sagt, at ættin og vindferðin ikki spældu við í royndini at seta met. Um tað skal eydnast, so skal hann vera lágur í ættini, og tað skal vera so mikið slætt, at tað á ongan hátt órógvar rógvararnar.
Umstøðurnar
Ofta hevur verið sagt, at óvissan kring róðrartíðirnar hevur verið stór, tí málið ikki altíð hevur verið so neyvt, og at teknikkurin kring klokkuskipanina heldur ikki hevur verið nóg góður. Kanska er tað nakað um hetta, men fasti starturin og serliga fasti starturin á Ólavsøku, sum er festur inn á land, eiga at borga fyri, at róðrarteinurin á Ólavsøku altíð er tann sami.
Veðurforsøgnin sigur, at í morgin, ólavsøkuaftan, verður hann millum vestan og útsynning, og vindferðin verður millum tríggjar og átta metrar um sekundið. Tað verður turt fyri tað mesta, og hitin fer at liggja millum átta og ellivu stig. Um hetta verður veðrið, so spæla umstøðurnar við soleiðis, at vánir verða fyri góðum róðrartíðum.
So fæst at síggja, um kappingin verður so mikið tøtt og intens, at tað fer at eydnast onkrari manning at rógva stutta teinin skjótari, enn nakar áður hevur megnað.