Klaksvík: Vældámdi og rósti filmurin hjá Teiti Árnason um bygdina Hattarvík verður nú sýndur í Klaksvík.
Komandi mánakvøld og týskvøld verður filmurin at síggja í mentanarhúsinum Atlantis.
Filmurin, sum kallast Burturhugur, varð frumsýndur Norðurlandahúsinum undir Listastevnuni fyrr í hesum mánaðinum. Síðani hevur filmurin gingið fyri fullum húsum á gamla Meiarínum.
Filmurin hevur fingið góð skoðsmál, og móttøkan var sera góð millum fólk.
Øðrvísi filmur
Burturhugur er eitt slag av dokumentarfilmi. Filmurin leggur seg eftir at geva eina mynd av tilveruni í bygdini, soleiðis sum hesi 7 fólkini uppliva hana. Men tann, ið væntar sær nágreiniligar frágreiðingar um seyðahald, fisk ella bygdamenning, verður bilsin.
Burturhugur er øðrvísi á tann hátt, at hann fer heilt tætt at fólkunum, letur tey sjálv siga frá um tankar, dreymar, ótta, skemtiligar søgur og um, hvønn týdning lívið í bygdini hevur fyri tey.
Hetta verður gjørt á gerandisligan og livandi hátt, sum samstundis gevur rúm fyri bæði álvara og eisini poesi.
Staðið sjálvt og umhvørvið sleppa at seta sín dám á filmin. Skýggj, sól, traktorar, starar, vindur, kirkjan og havið verða flættað saman við frásagnum hjá teimum 7 fólkunum, tónleiki, sum Kári Sverrisson hevur gjørt, og yrkingum, sum Tóroddur Poulsen hevur skrivað til filmin.
Ikki regluligt enn
Tað er nú langt síðani, at regluligar filmssýningar vóru í Atlantis. Tá umvælda mentanarhúsið lat upp var biografvirksemi í húsinum, men tað steðgaði, tá virksemi í húsinum var tyngd av stórari skuld fyri umbyggingina.
Nú er fíggjarligi parturin av húsinum fingin upp á pláss, men enn er ikki farið undir biograf aftur, hóast hetta hevur verið eitt av endamálunum við at fáa húsið at virka aftur.
Útgerðin til at sýna filmar er í Atlantis, og tí ber til at seta Burturhugur á plakatuna.
Filmurin verður sýndur í Atlantis mánakvøldið kl. 20 og týskvøldið kl 21. Atgongumerki á 60 krónur fáast í forsølu á Norðoya Kunningarstovu ella í Atlantis ein tíma undan sýning.










