Miðvági:Reðin Leonsson, sum 1. juni legði frá sær sum løgreglumaður, fekk ymisk ummæli, tá hann byrjaði sum løgreglunæmingur í 1967. Eitt var, at talan var um ringasta bandittin í Vágum.
Reðin Leonsson er sørvingur. Hann er 62 ára gamal, nú hann eftir knappliga 36 árum sum løgreglumaður leggur frá sær við efitrløn.
Hann hevur verið løgreglumaður í Havn, á Tvøroyri og nógv ár í Vágum. Nú hann legði frá sær, varð hildin fráfaringarsamkoma á politistøðini í Miðvági, har nógvir starvsfelagar vóru komnir at siga farvæl.
Uni Vestureið, politikommisserur, segði frá, at hann hevði hugt eitt sindur í skjøl frá teirri ríðini, tá Reðin Leonsson byrjaði sum løgreglumaður. Millum annað vóru komin eini tvey brøv úr Vágum við ummælum av hesum unga manninum. Eitt av hesum brøvum mælti beinleiðis frá, at seta hann sum politinæming, segði Uni Vestureið. Har stóð millum annað í, at talan var um ringasta bandittin í Vágum.
Men so var eitt annað - vist frá einum gomlum lærara - sum helt, at betri maður var ikki at fáa. Og tað valdi setanarnevndi so at taka við, segði kommisserurin.
Reðin Leonsson hevði eisini orðið og mintist aftur á ymsikt, sum farið var fram hesi árini.
Hóast nógv er broytt hesa tíðina, hevur hann glett seg til at fara til arbeiðis hvønn morgun, segði hann. Og hann gleddist serliga nógv um at kunna siga, at tað líkasum var gingið í arv, hetta við at gleðast um arbeiðið hjá løgregluni. Tí sonurin Karl er eisini løgreglumaður. Einastu feðgarnir í løgregluni her hjá okkum, segði Reðin. Og Karli dámar líka væl sum pápanum, helt tann eldri uppá.
Men at samanbera fyrr og nú ber ikki til, helt Reðin Leonsson. Og til miklan stuttleika hjá yngru starvsfeløgunum greiddi hann frá, hvussu teir á náttarvktunum í »gomlum døgum« kundu finna upp á at egna eina línu ella tvær og síðan út at seta um morgunin. Serliga var ein starvsfelagi, hann nevndi í slíkum sambandi. Tað var núverandi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Karsten Hansen.
?Sama slag buldrari, sigur Reðin Leonsson um gamla felagan.
Nú hann leggur frá sær, fer Reðin Leonsson fyrst at slappa av í Mykinesi, sigur hann. Har tívist hann væl og hevur ivaleyst at taka í. Eisini ætlar hann at skriva endurminningar.
? Nógv er at minnast aftur á, greiðir hann frá. Tað er ikki tann ólukka, ein ikki hevur verið íblandaður umframt sjálvandi alt annað, sum farið er fram.
Tað var serliga ein persón av øllum, sum Reðin Leonsson heðvi hug at taka fram, nú hann helt sína fráfaringarrøðu. Og tað var tann persónurin, sum eftir hansara meting heldur øllum uppi á politistøðini í Vágum. Nevnilga skrivstovukvinnan Kristina Olsen, sum bara eigur at vera har. Henni hevði verið størri saknur í, um hon fór úr starvi, helt hann.
At Reðin Leonsson hevur síni áhugamál at røkja eitt nú í Mykinesi, nú hann fer úr starvi, vita gomlu starvsfelagarnir. Og teir vildu markera tað við eini gávu. Teir høvdu fingið Óla Petersen at tekna Reðin, meðan hann dregur lunda. Eitt sindur alternativt kanska. Hevur roytt velið av ikki færri enn tveimum lundum á tekningini. Og tað stuttleikaði hann sær óført um.