Tað er gravartøgn hesa náttina - bert eyðkenda røddin hjá Brian Johnson, sangara í AC/DC, og sangurin Thunderstruck runga úr Ipoddinum.
Mjørkin er tjúkkur, men annars er stilt.
Føroyingurin og bátsfelagin sita og stríðast við hvør sínari ár í einum evarska lítlum báti í Atlantshavinum. Teir rógva 28 áratøk um minuttin.
Sálarliga ger møðin av álvara um seg. Tað er strævið. Ræðuliga strævið.
Føroyska flaggið veittrar stillisliga á antennuni. Hann hyggur at tí eina løtu og hugsar um tey heima í Føroyum. Tá fer hjartað at banka.
Tí í Føroyum situr familjan stúrin og fylgir við. Men hann er sannførdur um, at tað er ikki ein váðin avgerð.
So hugsar hann um fyrimyndina Ova Joensen, sum róð einsamallur til Danmarkar fyri skjótt 25 árum síðan.
Nei, hann hevur sett sær tað fyri. Nú vendist ikki aftur.
Hann heldur fram at rógva.
Bygdasligur
Livar Nysted situr í einari svartari og slitnari t-shirt frá Føroya Bjór, har búmerkið av Black Sheep hómast.
Hann situr við ídni og prátar um sítt higartil stutta lív sum rógvari. Frammanfyri stendur eitt hvítt kaffikrúss, sum hann drekkur úr við jøvnum millumbilum.
Orka og hugur lýsa av ljóshærda hvannasundsmanninum, meðan orðini rapla úr honum.
Frá hansara húsum í Hvannasundi er ein smalur vegur til høvuðsvegin, sum er knappan hálvan annan kilometur til longdar. Nakað sunnarlaga stendur kirkjan á Oyruni, og norður móti byrgingini er bátahylurin, atløgubryggjan og egningarskúrarnir. Oman fyri vegin eru húsini og neystini, sum staðfesta, at Hvannasund er ein fiskivinnubygd.
Bygdin er millum fremstu útróðrarpláss í landinum. Vinnulívið í kommununi er nærum bara fiskivinnan og útróðurin. Tað er ein føroyskur og bygdasligur dámur yvir bygdini, har gott og væl 250 fólk búgva.
Tað var tí natúrligt, at Livar Nysted tók hjálpti til í útróðrarbátunum í bygdini eftir nøkur ár í fólkaskúlanum á Fossanesi. Tað var sjáldan friður á honum, og hann hevði ilt við at geva sær stundir at ganga í skúla. Hugurin var lítil til lesnað og skriving. Tað var torført at sita friðarligur við roknibókini og læra geometri, potensar og býtisrokning.
- Eg eri ein bygdadrongur. Eg havi altíð gingið í haganum og fingist nógv við fisk. Sum yngri íðkaði eg judo, flogbólt og fótbólt, og eg kundi fyri so vítt framvegis væl hugsað mær at verði fótbóltsspælari. Men tað varð skjótt greitt, at tað vóru evnini ikki til, sigur Livar, og flennir í kíki.
Tað er trupult at seta orð á, hvat eg hevði ímyndað mær av samrøðuni, tá eg og myndamaðurin vendu nøsini úr høvuðsstaðnum og móti Hvannasundi.
Men onkursvegna kom hansara framferðarháttur óvart á meg.
At síggja til hóskar hann væl til myndina av einum harðmæltum rógvara. Hann er vælbygdur, ramligur, og hann hevur givið ljósa skegginum fríar teymar at vaksa.
Men myndin verður skjótt køvd. Tað tykist ikki sum, at honum dámar at vera í andglettinum. Hann ger millum lítið og einki burtur úr sínum avrikum, men roynir at svara spurningunum sum frægast.
Settist at rógva
Tað eru ikki fleiri enn 10 ár síðan, at Livar Nysted fyrstu ferð settist við kappróðrarárini.
Hann starvaðist hjá Føroya Bjór í Klaksvík, tá vinmenninir brádliga heittu á hann at koma rógva við Sundabátinum. Hann vildi fegin royna seg, men legði vinmonnunum eina við, at teir skuldu ikki vænta, at hann fór at verða drúgvur.
Men tað varð hann. Livar varð bitin av kappróðrinum alt fyri eitt, og í 2004 vóru bygdafólkini í Hvannasundi á gosi, tá Sundabáturin róði føroyameistaraheitið fyri seksmannafør til bygdina.
Hann vann eisini føroyameistaraheitið við Eysturoyingi fyri tíggjumannafør í 2007.
- Kenslan er serstøk, tá tú er júst komin á mál við blóði í munninum. Kenslan, at tú veit, at tú hevur givið alt, sum tú eigur. Tú verður settur á eina roynd og noyðir teg sjálvan til markið, men hórar undan og er komin á mál. Tað er tað, sum er hugtakandi við at rógva kapp. Kappróðurin er eisini uttan iva strævnasta ítróttargreinin í landinum. Tú sær ongantíð, at fótbóltsspælarar fella í óvit aftaná ein fótbóltsdyst. Men tað hendir seg ofta í kappróðrinum, greiðir hann frá.
Livar og vinmenninir hava tvær ferðir sett sær fyri at rógva til Hetlands.
Í 2003 miseydnaðist royndin fullkomiliga, og teir kastaðu hvíta handklæði í ringin, tá teir høvdu róð í eitt samdøgur. Veðrið var ov buldrasligt.
Tvey ár seinni royndu Livar, Símun Esmar Vágsá, John Erik Frederiksberg og Fróði Waag aftur, men teir máttu gevast, tá teir vóru 18 fjórðingar úr landi. Tað varð mett at verða vandamikið, um teir hildu fram at rógva, tí veðrið var ringt.
Men Livar hevði hug til meira. Í januar í 2008 setti hann seg við telduna, fann heimasíðuna Google fram og leitaði eftir havrógving.
Tá trýsti hann seg inn á heimasíðuna hjá skotska Leven Brown.
Skuldi eydnast
Leven Brown er skipari. Hann hevði sett sær fyri at rógva tvørtur um Atlantshavið. Málið var at gerast sjótasti árabátur tvørtur um Atlantshavið.
Livar setti seg í samband við hann og fór at venja.
Men báturin La Mondiale setti ongantíð heimsmet. Tað var ein dyggur smeitur hjá manningini, at báturin misti róðrið, og dreymurin fór í sor.
Men Leven Brown hevði ikki mist mótið. Í januar í ár setti Leven Brown seg í samband við Livar. Hann vildi fegin hava rógvaran við í hópin, sum ætlaði at royna eina ferð enn. Don Lennox og Ray Carroll, sum eru millum heimsins bestu rógvarar, høvdu eisini tikið av tilboðnum.
- Tað kom óvart á meg, tí hann hevði fleiri at velja millum. Eg havi drúgvar royndir á sjónum, og ræðist ikki sjógvin, hóast eg havi virðing fyri honum. Mítt sinnalag hóskar seg eisini til at hava við á ein slíkan túr, tí eg eri sjáldan tungur í huga. Tað er helst orsøkin, at hann valdi meg, sigur Livar.
Tað var stórt trýst á Livari, tá hann veittraði lítla fjallalandinum farvæl. Hann hevði roynt tríggjar slíkar túrar áður, men hann var ongantíð komin á mál. Stuðlarnir vóru ótolnir og ikki eins sinnaðir at veita honum fíggjarliga hjálp.
- Miseydnaðist tað hesaferð, so hevði eg neyvan komið aftur til Føroya. Tað hevði verið skomm, greiðir Livar álvarsamur frá.
Men er tað ikki ein treyt, at tú er svakur í høvdinum at rógva slíkar teinar?
- Jú!, sigur Livar og flennir.
Áðrenn eg fái spurt nærri um tað, tekur hann aftur orðið.
- Tú skal verða svakur, tí sálarliga krevur tað ómetaligt nógv av tær. Men tað er ikki soleiðis, at eg setti lívið í vanda. Trygdin var fyrimyndarlig umborð, og vit vóru undir eftirliti alla tíðina, slær hann fast.
Við í viðførinum høvdu teir millum annað føroysk klæðir, sjokolátu og pulvurmat.
Vistu tað áðrenn
Eftir slakar 44 dagar í viðráki og mótráki um Atlantshavið í bátinum Artemis Investments, fingu Livar Nysted, Don Lennox, Leven Brown og Ray Carroll aftur fast undir fótum í St. Mary í Scilly Oyggjunum.
Teir høvdu fingið heimsmetið sum skjótasti kappróðrarbátur um Atlantshavið. Gamla metið áttu tveir norðmenn, sum nýttu gott og væl 55 dagar um teinin fyri 114 árum síðan.
Men 44 dagar í einum evarska lítlum báti saman við trimum monnum á víðum havi – er tað ikki ræðuligt?
- Tað vóru sanniliga løtur, har eg hevði hug at banna og blóta. Men vit vistu frammanundan, at slíkar stundir komu, og tí vóru vit fyrireikaðir. Eingin tók tað nær, um onkur segði okkurt, sum ikki var serliga stimbrandi, greiðir Livar frá.
Hann nevnir sum dømi, at tá vaktarskift var, hevði onkur hug at prika og skemtandi siga, at hann var ovfarin av, hvussu stutt, teir høvdu róð seinastu tveir tímarnar. Slíkt kundi fáa pissið í kók, aftaná at hava stríðst í mótstreymi í tveir tímar.
- Men sum sagt, vit vóru fyrireikaðir frammanundan, og eingin vildi nøkrum ilt. Vit vóru allir í somu støðu, og vit vistu, at tað hjálpti ikki at leypa framav, sigur Livar Nysted.
Finna sær arbeiði
Livar Nysted hevur bara hugsað um rógvingina seinastu seks mánaðirnar. Fyrst við venjing, og síðan við drúgva túrinum um Atlantshavið.
Og tað hevur sett síni spor. Tað merkist á pengapunginum, at hann hevur ikki arbeitt. Hann ætlar nú at taka sær av løttum og leita eftir arbeiði, tí tað er tørvur á tí.
- Eg verði helst noyddur at tosa pent við peningastovnarnar, sigur Livar Nysted og flennir.
Men kundi tú hugsa tær at fari slíkan túr aftur?
- Hvør veit?, spyr 39 ára gamli Livar Nysted aftur.
Navn: Livar Suni Nysted
Føðingardagur: 27. September, 1970
Aldur: 39 ár
Heimstaður: Hvannasund
Útbúgving: Fólkaskúlin
Tónleikur: Klassiskur rokkur. AC/DC, Micheal Jackson, Amy Macdonald, ABBA og annað.
Sjónvarp: Spenningsfilmar, dokumentar og Discovery Channel.









