Prestarnir í Føroyum, og eisini í Havn, hava verið sera ymiskir. Fleiri hava skarað framúr á ymiskum økjum. Ein av hesum var Rasmus Jørgen Winther.
Ein av teimum vánaligu prestunum í Havn man hava verið Poul Johansen Weyhe, sum varð settur sóknarprestur í 1770. Men hann drakk illa, varð lagdur undir ótukt og misrøkti annars starvið. Hann varð settur frá eftir sakarmál og stríð í 8 ár.
Tá var tað, at Rasmus Jørgen Winther varð settur sum prestur at fáa skil á presta- og skúlaviðurskiftunum í Havn.
Tað var Niels Ryberg, handilsmaður, sum tók stig til at fáa Winther til Føroya. Hann vildi lata honum 75 ríkisdálarar árliga fyri at fáa skil á skúlan eisini.
Tá ið nýggi presturin yvir fyri Ryberg hevði staðfest, hvussu illa barnaskúlin riggaði, sendu teir i november 1782 umsókn til Rentukamarið um at stovnseta almúguskúla óheftan av Latínskúlanum.
Skúlagongd var aftur í 1783, og tá gingu fleiri enn 60 næmingar í almúguskúlanum.
Tørvur á nýggjum kirkjugarði
Virksemið hjá Winther innan kirkjuna kom eisini at vera slóðbrótandi. Tann 19. september 1781 gjørdi prestur vart við, at kirkjugarðurin var alt ov lítil at halda lógarkrøvini fyri kirkjugarðar. Sambært honum hevði kirkjugarðurin úti á Reyni ikki rúm fyri fleiri enn 80 gravum.
Hetta var ikki tí, at føroyingar gjørdu so nógv burtur úr jarðarferðum. Til dømis vóru kisturnar rættuliga lítlar. So sjálvt um tað hevði borið til at seta kistu móti kistu og venda høvur móti fótum, hevði ikki borið til at jarða fleiri enn 187 lík í kirkjugarðinum. Eitt miðalár kundi ein vænta 30 lík at skula verða jarðað. Hetta merkti, at kirkjugarð urin skuldi fyllast sætta hvørt ár.
Tá ið Rasmus Jørgen Winther kom í starv í september 1780 vóru eingi prestahús tøk. Í 1782 býr hann tískil úti í Sandagerði, sum havnaprestar høvdu fingið lagt afturat sínum embæti í 1656. Teir høvdu tó ongantíð áður búð har úti men høvdu havt uppsitara.
Sambært húsaskrásetingini frá 1784 býr Winther prestur tá Heimi í Gong, helst í Nólsoyarstovu.
Í 1788/89 vóru húsini í Sandagerði liðugt umvæld. Tá flutti havnarprestur út har at búgva, og har búði hann til 1946. Veruliga býr hann har enn. Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Sandagerð aftur prestabústaður.
Søgur siga, at Winther lat ein íbygdan stein í Sandagerði spreingja. Hann var ávaraður móti hesum, tí tá skuldi hann doyggja stutt eftir. Sagt verður, at hann eisini doyði í 1799 av einum ringum krími eftir eini embætisferð til Kirkjubø. Hann gjørdist bert 49 ár.
Nýggj kirkja og nýggjur kirkjugarður
Í 1780 fór Winther beinanvegin undir at bøta um teir karmar, kirkjan var skipað í. Um tað mundi hann tekur við prestastarvinum, var Havnin vaksin upp í fleiri enn 600 menniskju og fólkatalið var ferfaldað síðan kirkjan frá 1609 var bygd. Nú vóru bæði kirkjugarður og kirkja vorðin alt ov lítil.
Longu Kristi Himmalferðardag í 1782 varð nýggi kirkjugarður á Svínaryggi vígdur. Tað var tá ein nýhugsan at leggja kirkjugarð burtur frá kirkjuni. Samstundis sum farið varð at laða kirkjugarð, vórðu fyrireikingar gjørdar til at byggja eina nýggja kirkju. Hetta var ikki løtuverk og var eisini kostnaðarmikið. Fyrireikingarnar vardu fleiri ár, áðrenn farast kundi at byggja. Serliga skuldi væl av peningi fáast til vega. Tað hjálpti væl til, at fleiri ríkir havnarmenn góvu gávur í hesum sambandi, og í 1782 átti kirkjan 574 gyllin tøkar.
Tá ið kirkjan varð vígd 3. sunnudag í advent, 14. desember 1788, var nógv gjørt burturúr.
Havnardrongurin Johan Hendrik, sum tá var næmingur í Latínskúlanum, hevur skrivað frásøgn frá vígsluni. Eftir stutta gudstænastu í gomlu kirkju á Reyni var gingið syngjandi í skrúgongu niðan í nýggju kirkjuna, sum so varð vígd av Andreas Djurhuus prósti. At gera dagin enn hátíðarligari høvdu bæði kirkjuligir og verðsligir myndugleikar heitt á Born kaptein at lata skansan skjóta nøkur skot, meðan hátíðarhaldið var. Av tí at, tær stóru 18 pund kanónirnar nýttu so nógv krút, gjørdi Born av at skjóta 9 skot við 6 punds kanónunum, meðan gudstænastan var.
Nú áttu havnarfólk eisini nógv ta størstu kirkjuna í Føroyum. Hon var 23 metrar long og 9 metrar breið, máld innan. Kirkjan var í 1865 longd við 3½ alin afturat. Fleiri hundrað fólk fingu sitið í kirkjuni. Hon var bygd beint norðan fyri býaramarkið frá 1714 við Bryggjubakka.
Hetta var av sonnum ein stásilig kirkja, ið havnarfólk høvdu bygt sær. Born skrivar í 1789, at kirkjan var úr timbri, og at hon var ivaleyst ein av teimum vakrastu kirkjunum á 62. breiddarstigi.
Sama ár skrivaði James Wright, ið var við á Stanleyferðini í síni dagbók:
“Ein vakur morgun. Eg fór við harra Stanley og hinum monnunum í land kl. 2,00 at síggja barnadóp, men vit vóru so pjakutir, at hátíðarhaldið var liðugt, áðrenn vit komu í kirkjuna, men vit sóu ein stóran part av gudstænastuni kortini.
Ljósini á altarinum vóru tendrað, og presturin var stásiliga ílatin. Allir gubbarnir og gummurnar góvu eina krónu til prestin, nakað til klokkaran og deknin o.s.fr.
Aftaná, at alt var liðugt vóru vit verandi eftir fyri at síggja kirkjuna, sum er ógvuliga vøkur. Hon er heilt nýggj og bygd úr viði og takt við skifur úr Skotlandi.”
Vildi ikki jarðast í kirkjuni
Winther var helst fyrsti prestur i Suðurstreymoy, sum er deyður í starvinum, og sum ikki var jarðaður í sjálvari kirkjuni. Hann ynskti sjálvur at verða jarðaður í kirkjugarðinum, sum hann var upphavið til.
Grøvin hjá honum er vist tann næstelsta grøvin í gamla kirkjugarði, sum kann staðfestast við stórum steini, sum liggur oman á grøvina. Elsti gravsteinurin er hjá Eleonore Quilling, deyð í 1788.
Tað kundi kanska verið ein uppgava hjá kirkjuni at heiðra minnið um Winther við at seta upprunaligu áskriftina aftur á steinin.
Kelda: Havnar Søga II
Næstu ferð
Í komandi parti verður greitt frá einum heilt serligum persóni, nevnuliga gamla sýslumanninum H. C. Müller. Greitt verður millum annað frá hansara Fuglabók, sum varð prentað í 1863