av ongum. Orsøkin var fremst av øllum, at kollfirðingar ræddust uppgávuna. Spælið var óskipað. Verjuparturin var lítið nærlagdur, og óneyðug mistøk darvaðu álopsspælinum. Saknur var serliga í Arnbirni [...] tørna út fyri fótbóltsfelagið EB/Streymi. Samstundis spældi Neistin væl. Tað var ikki lætt at verja fyri David Edvardsen, sum var stórspælandi. Danin slapp fleiri ferðir í góða skotstøðu, og hann tók oftast [...] Tað var eingin slingur í valsinum. Neistin hevur verið oddalið alt kappingarárið og vann uppiborið í fyrsta finaludystinum. Ellivu mál skilti liðini. Tað er alt, sum bendir á, at Neistin endurvinnur f
heimavøll í triðju grannauppgerðini í Gundadali í ár. Úrslitið var 4-2, eftir at HB í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-0. Higartil í ár hava grannarnir í Gundadali dystast tríggjar ferðir. Í fyrru landskapp [...] sum verður fyrst í desember. B36 var leikliga omaná fyrstu løtuna, og dygst undan, at HB setti hol á, hevði Sebastian Pingel góðan møguleika at leggja B36 á odda. So var tað, at Michal Przybylski setti [...] fyrstu ferð var í rættiligari álopsstøðu. Tá vóru 13 minuttir farnir, og tá fór spælið hjá HB at rigga væl betur, enn tað hevði gjørt. Trettan minuttir seinni varð 2-0. Sebastian Pingel var óheppin at stýra
fyrra hálvleiki. Tað fyrra var eftir framlegging úr høgru, og tað seinna var eftir snilda fríspæling av miðásinum og millum miðverja og vongverja í vinstru. Eftir steðgin var tað Jóannes Bjartalíð, sum [...] sum skoraði tvey mál. Tað fyrra var við fínum stútara, eftir at Jóannes K. Danielsen við horna legði innfyri úr vinstru, og tað seinna var við tryggum brotssparki, eftir at innskifti Bob Sumareh varð feldur [...] ofta, tá ið klaksvíkingar royndu ímóti málinum. -Vit eru stak væl nøgdir við avrikið. Tað var væl betri, enn tað var, tá ið vit vunnu 5-0 á Svangaskarði. Vit arbeiddu væl fyri hvørjum øðrum, og vit vóru ágrýtnir
hjá Fjarhitafelagnum í fjør var 21,1 milliónir krónur í mun til 22,5 árið fyri. Framleiðslukostnaðurin var 8,3 milliónir krónur í mun til 8,9 árið fyri. Bruttovinningurin var soleiðis 12,9 milliónir krónur [...] 13,6 ári fyri. Men starvsfólkakostnaðurin var munandi lakari í fjør enn í 2019. Í fjør var starvsfólkakostnaðurin 1,9 milliónir krónur, meðan hann í 2019 var 3,4 milliónir krónur. Ársúrslitið gjørdist [...] Fjarhitafelagið skrivar í ársfrásøgnini, at í 2020 var sølan av fjarhita samanlagt 33,3 GWh, til samanberingar var sølan í 2019 30,1 GWh. Felagið skrivar, at 2020 var nógv ávirkað av høgari oljunýtslu, m. a. tí
landskappingini í Føroyum. Tað var í 2012, tá ið hann var 19 ára gamal og á ólavsøku var fyrstu ferð á NSÍ liðnum, sum ólavsøkudag tapti 5-1 í Gundadali ímóti B36. Eina viku seinni var hann við til at tapa 2-1 [...] føroysku landskappingina. Tá var grannauppgerð á Svangaskarði millum B68 og NSÍ. Úrslitið var 1-1, og Viljormur sá beinleiðis reytt kort í 67. minutti. Longu í 2007, tá ið hann var 16 ára gamal, fór Viljormur [...] Viljormi í Heiðunum Davidsen frá tí, at hann fyrstu ferð var á landsliðnum, og til hann fríggjakvøldið, tá ið Føroyar á Tórsvølli taptu 1-0 ímóti Íslandi, var fyri 50. ferð á landsliðnum. Síðani 2013 hevur Viljormur
trýsti heimaliðið fyrstu løtuna. Tað var eisini uppiborið, at Petersen legði gestirnar á odda. Frísparkið var úr 18 metra fjarðstøðu. Fyrrverandi landsliðsleikarin var eisini millum mest eyðsýndu toftamenninar [...] hálvleiki. Tað var ikki fótbóltsspælið, sum var í háðsæti í Traðardali. Liðini stríddust serliga á miðvøllinum, og tað eydnaðist væl at bróta spælið hjá mótstøðuliðnum. Framherjarnir misnýta B71 var eisini meira [...] umfarinum upplagdar møguleikar, og uttan mál er ógjørligt at vinna ein fótbóltsdyst. Jann Ingi Petersen var hetjan á Toftum í gjár. Við beinleiðis frísparki, sum sat uppi í málkrókinum, tryggjaði hann B68 øll
næstbestu deildini. Tað er ikki støddfrøðiliga staðfest, men eingin, sum var í Gundadali sunnudagin, har høgættin var væl mildari, enn hon var aðra staðni kring landið, ivaðist í, at suðuroyingarnir ikki fara [...] og Rókur var fyrstur á returbóltinum. Fyrrverandi VB spælarin, Milan Kuljic skoraði til 2-0, eftir at Andrew av Fløtum úti í borðinum hevði tikið bóltin av vágbingum og lagt innfyri. So var ballið buðið [...] buðið, og Rógvi Jacobsen, sum kanska var troyttur eftir landsliðsferðina, fór av vøllinum. Tað var púra greitt, at VB/Sumba fór ikki at hótta HB, og spælararnir á heimaliðnum vóru ivaleyst eins áhugaðir
enn hetta. Men hetta var kanska fyrsta stigið í so máta. Nú komst tú rættiliga tíðliga inn í dystin. Hvussu var tað at koma somikið skjótt á vøllin og at fella inn í spælið. - Tað var sjálvandi ikki tað [...] verður sammettur við tað, sum pápin hevur avrikað á einum fótbóltsvølli. Og tí var tað kanska eisini hóskandi, at tað var sonurin hjá einum av Landskrona-hetjunum, sum sendi Føroyar í eina nýggja ekstrasu [...] hita upp í, og so var bara at fara ígongd. Sjálvandi er tað gleðiligt fyri meg, men tað er keðiligt hjá Jákupi, sum noyddist somikið skjótt av vøllinum. - Tað, sum eg so kundi gera, var at geva tað, sum
har nógvir føroyingar savnaðust, og har vunnu tey sær nógvar vinir. Tað var Emil Joensen, prestur, sum var ættaður úr Bø, og sum var prestur í Mariekirken í Keypmannahavn, sum upprunaliga fekk ungmannafelagið [...] álitisstørv. Hann var limur í Samfundsráðnum ella Høvuðsstýrinum, sum tað nú nevnist, fyri Heimamissiónini í Føroyum í nógv ár. Hann var við til at stovna Heimamissiónsforlagið, og hann var í mong ár í stýrinum [...] fram til í 1976 var hann prestur í Vága prestagjaldi, sum umframt bygdirnar í Vágum fevndi um Mykines. Í mong ár vóru Elin og Høgni prestahjún í Vágum. Tá ið ellisheimið í Vágum, sum var tað fyrsta av sínum
Finnur Helmsdal var millum teirra, ið stóðu á odda í stríðnum fyri at rætta samkyndum eina løgfrøðiliga hjálpandi hond. Hann var altíð til reiðar at rætta hondina móti teimum veikastu. Tí var tað sjálvsagt [...] Helmsdal ? í øllum førum í politikki ? kunnu ásanna, at hann var ein maður, sum var at líta á, tí hann seldi og keypti ikki, sum best bar til. Hann var bersøgin og segði sína meining, uttan at leggja fingrarnar [...] Finnur Helmsdal valdi sína egnu. Hansara leið var eyðkend av dirvi, framfýsni og støðufesti. Hann tordi at standa við sítt, hóast tað rak beint ímóti. Leiðin var eisini eyðkend av teimum málum og miðum, sum