HB basti grannunum

B36 bjargaði sær síðstu løtuna undan eyðmýkjandi stórtapi

HB var frammanfyri við fýra málum, áðrenn B36 tvær ferðir pyntaði um í síðstu grannauppgerðini í ár, um talan ikki verður um grannauppgerð í steypafinaluni

 

HB vann seinnapartin, tá ið B36 átti heimavøll í triðju grannauppgerðini í Gundadali í ár. Úrslitið var 4-2, eftir at HB í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-0. Higartil í ár hava grannarnir í Gundadali dystast tríggjar ferðir. Í fyrru landskappingardystunum endaði tað 0-0 og 2-2. Í dag vann HB 4-1, og so er spurningurin, um tað verður ein grannauppgerð aftrat í ár. Tað er møguleiki fyri henni, um B36 og HB vinna seg í steypafinaluna, sum verður fyrst í desember.

 

B36 var leikliga omaná fyrstu løtuna, og dygst undan, at HB setti hol á, hevði Sebastian Pingel góðan møguleika at leggja B36 á odda. So var tað, at Michal Przybylski setti hol á, tá ið HB fyri fyrstu ferð var í rættiligari álopsstøðu.

 

Tá vóru 13 minuttir farnir, og tá fór spælið hjá HB at rigga væl betur, enn tað hevði gjørt. Trettan minuttir seinni varð 2-0. Sebastian Pingel var óheppin at stýra bóltin í sítt egna mál, eftir góða HB roynd.

 

Fyrstu løtuna eftir steðgin var HB greitt omaná, og tá eydnaðist tað eftir lítlari løtu at skora tvey mál. Mikkel Dahl skoraði til 3-0, og styrkti sína støðu á máltindinum, tá ið Jákup L. Thomsen var sera ósjálvsøkin, og tað bar av álvara fram ímóti HB stórsigri og B36 eyðmýking, tá ið Michal Przybylski legði innfyri úr høgru og U-21 landsliðsformaðurin Stefan Radosavljevic skoraði eitt flott mál við góðum fluktara.

 

Men B36 vísti síðstu løtuna góðan moral, tá ið HB skifti landsliðsspælararnar Daniel Johansen og Hera Hjalt Mohr og U-21 landsspælaran Stefan Radosavljevic út.

 

Mathias Thrane minkaði um munin til 4-1 eftir innlegg frá innskifta Hugini Samuelsen, og Bjarki C. Nielsen, sum beinanvegin eftir steðgin varð skiftur inn, skoraði úr stuttari fjarstøðu og so var 4-2.

 

B36 – HB 2-4 (0-2)

 

0-1: Michal Przybylski

 

0-2: Sjálvmál

 

0-3: Mikkel Dahl

 

0-4: Stefan Radosavljevic

 

1-4: Mathias Thrane

 

2-4: Bjarki C. Nielsen

 

Dómari: Dagfinn Forná