Tað hevur gingið lutfalsliga skjótt hjá Viljormi í Heiðunum Davidsen frá tí, at hann fyrstu ferð var á landsliðnum, og til hann fríggjakvøldið, tá ið Føroyar á Tórsvølli taptu 1-0 ímóti Íslandi, var fyri 50. ferð á landsliðnum.
Síðani 2013 hevur Viljormur Davidsen, sum 19. juli verður 30 ár, nógv tær flestu ferðirnar verið upplagda valið at røkja ódnina í vinstra verjuborði.
Merkisvert er tað við Viljormi Davidsen, at hann sambært faroesoccer.com bara er skrásettur at hava spælt tríggjar dystir í bestu landskappingini í Føroyum. Tað var í 2012, tá ið hann var 19 ára gamal og á ólavsøku var fyrstu ferð á NSÍ liðnum, sum ólavsøkudag tapti 5-1 í Gundadali ímóti B36. Eina viku seinni var hann við til at tapa 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ, og 11. august í 2012 segði hann – í fyrstaa umfari í hvussu so er – farvæl við føroysku landskappingina. Tá var grannauppgerð á Svangaskarði millum B68 og NSÍ. Úrslitið var 1-1, og Viljormur sá beinleiðis reytt kort í 67. minutti.
Longu í 2007, tá ið hann var 16 ára gamal, fór Viljormur í Heiðunum Davidsen av landinum at royna seg í donskum fótbólti. Hann spældi ungdómsfótbólt í OB í Odense, royndi seg í FC Fyn 2010 – 2012, var eftir dystirnar við NSÍ í 2012 eitt stutt skifti í Noregi, har hann spældi við FK Jerv, flutti í 2013 til FC Fredericia, og síðani 8. august í 2013 hevur hann verið í Vejle.
Fyrst í mars varð Viljormur í Heiðunum Davidsen tann útlendski spælarin, sum hevur spælt flestar dystir í Vejle. Frammanundan átti eingilski álopsspælarin Julian Barnett tað metið. Hann spældi í Vejle BK 1983 – 1987 og spældi 181 dystir.
Viljormur í Heiðunum Davidsen er 19. spælarin, sum røkkur 50 landsdystum.
Teir, sum hava umboðað Føroyar í 50 ella fleiri landsdystum, eru hesir:
|
Fróði Benjaminsen |
95 |
|
Óli Johannesen |
83 |
|
Jákup Mikkelsen |
73 |
|
Jens Martin Knudsen |
65 |
|
Jóan Símun Edmundsson |
65 |
|
Julian Johnsson |
62 |
|
Gunnar Nielsen |
62 |
|
Jákup á Borg |
61 |
|
Atli Gregersen |
59 |
|
Hallur Hansson |
58 |
|
John Petersen |
57 |
|
Jónas Ꝧór Næs |
57 |
|
Allan Mørkøre |
54 |
|
Rógvi Jacobsen |
53 |
|
Súni Olsen |
53 |
|
Øssur Hansen |
51 |
|
Christian Lamhauge Holst |
50 |
|
Christian Høgni Jacobsen |
50 |
|
Viljormur Davidsen |
50 |











