Møguleikarnir manglaðu ikki

Í seinna hálvleiki hevði B71 fleiri upplagdar málmøguleikar at fáa javnvág í úrslitið, men framherjanir hjá sandoyingum tóku ikki av. Við einum vøkrum frísparksmáli stóð Jann Ingi Petersen fyri einsamalla málinum í dystinum, tá B68 vitjaði í Traðardali

Fótbóltur

 

Símin Hansen og Clayton Soares kunnu bara iðra seg um, at tað ikki eydnaðist B71 at fáa stig, tá toftamenn vitjaðu á Sandi í gjár. Framherjarnir misnýttu í seinna umfarinum upplagdar møguleikar, og uttan mál er ógjørligt at vinna ein fótbóltsdyst.

Jann Ingi Petersen var hetjan á Toftum í gjár. Við beinleiðis frísparki, sum sat uppi í málkrókinum, tryggjaði hann B68 øll stigini. Hesir hava nú fingið luft í botnstríðnum.

 

B68 omaná

B68 legði bragdligari fyri og trýsti heimaliðið fyrstu løtuna. Tað var eisini uppiborið, at Petersen legði gestirnar á odda. Frísparkið var úr 18 metra fjarðstøðu. Fyrrverandi landsliðsleikarin var eisini millum mest eyðsýndu toftamenninar á Sandi í gjár.

Sandoyingar fullu ikki í fátt eftir leiðslumálið hjá gestunum. Teir stríddust væl og reistust aftur so líðandi í fyrra umfarinum. Fabio Vieira var eisini umreppið at javna, tá hann stýrdi frísparksinnleggið móti málinum. Bólturin tók í tvørtræið, og niður fyri føturnir á Clayton Soares, sum hevði ríkiligt av plássi. Dómarin bríkslaði tó fyri rangstøðu. B71 hevði leikliga yvirvág seinastu løtuna í fyrra hálvleiki. Tað var ikki fótbóltsspælið, sum var í háðsæti í Traðardali. Liðini stríddust serliga á miðvøllinum, og tað eydnaðist væl at bróta spælið hjá mótstøðuliðnum.

 

Framherjarnir misnýta

B71 var eisini meira á bóltinum eftir hvíldina. Símin Hansen burdi eisini í tveimum førum at javna fyri heimaliðið, men einsamallur við málverjan sendi hann framvið. Eisini var Clayton Soares nær við, men brasilianski framherjin bíðaði ov leingi, tá møguleikin beyðst.

B68 smæddist ikki burtur, og seinastu løtuna kundu teir havt økt um leiðsluna. Símin Rógvi Hansen, sum leikti ein góðan dyst, vardi tó fyri royndunum.

Toftamenn fóru av Sandoynni við øllum stigunum. Tað er umráðandi fyri B68, at teir ikki hava verið fyri ósigri móti nærmastu kappingarneytunum í botnstríðnum. Tískil var sigurin í gjár sera týdningarmikil í botnstríðnum.

Eli Hentze og hansara leikarar skulu helst til at brynja seg til eitt tætt botnstríð í Formuladeildini í ár. Flestu dystirnir hjá sandoyingum hava verið tættir, men tað tykist verða trupult at fáa stig. Øll liðini kunnu vænta at fáa tað trupult á Sandi, har B71 hava fingið øll fýra stigini higartil. Men heimavøllurin fer ikki einsamallur at tryggja sandoyingum sætið í bestu føroysku fótbóltsdeildini í komandi kappingarárið.