Tað var eingin slingur í valsinum. Neistin hevur verið oddalið alt kappingarárið og vann uppiborið í fyrsta finaludystinum. Ellivu mál skilti liðini.
Tað er alt, sum bendir á, at Neistin endurvinnur føroyameistaraheitið skírisdag. Liðið hevur verið nógv best í hesum kappingarárinum. Klassar betri enn mótstøðuliðini. Avrikið hesaferð var so sannførandi, at tað verður lítið og einki væntað av kollfirðingum í seinna finaludystinum.
Vánaligur hálvleikur
KÍF fekk fimm mál fyri steðgin. Tað er vánaligt, rætt og slætt. Kollfirðingar vóru púra av ongum. Orsøkin var fremst av øllum, at kollfirðingar ræddust uppgávuna. Spælið var óskipað. Verjuparturin var lítið nærlagdur, og óneyðug mistøk darvaðu álopsspælinum. Saknur var serliga í Arnbirni Hansen og Gert Hansen, sum nú tørna út fyri fótbóltsfelagið EB/Streymi. Samstundis spældi Neistin væl. Tað var ikki lætt at verja fyri David Edvardsen, sum var stórspælandi. Danin slapp fleiri ferðir í góða skotstøðu, og hann tók oftast av møguleikanum. Hann fekk 10 mál.
Heimaliðið fekk fótin fyri seg eftir hvíldina, men tá høvdu gestirnir væl og virðiliga tryggjað sær sigurin.
Ivamálini, um tað hevur darvað spælið hjá neistamonnunum, at teir hava einki havt at spælt fyri í fleiri vikur, vóru kveistraði burtur beinanvegin. Tað var eingin finaluhýrur í Kollafirði. Neistin bukaði kollfirðingarnar. Stigatalvan í Atlantic Airways-kappingini sigur greitt, hvussu einaráðandi teir bláu hava verið. Tá øll liðini høvdu spælt sínar 24 dystir, var Neistin heili 13 stig framman fyri KÍF. Tá skal viðmerkjast, at oddaliðið spældi ikki við fullari megi seinastu dystirnar, og tapti fyri bæði H71 og StÍF.
Seinasti møguleikin
Skírisdag verður seinni finaludysturin. Framvegis er einki avgjørt, er svarið, um tú spyr neistafólk. Skinnið verður ikki selt, áðrenn bjørnin er skotin. Tað skal hinvegin verða sera undarligt, um Neistin ikki fær føroyameistarasteypið í hesari vikuni. Neistin hevur vunnið allar sínar seks dystir á kollfirðingar í hesum kappingarárinum. Fýra landskappingingardystir, steypafinaluna og fyrru finaluna um føroyameistaraheitið. Jan Ottesen, venjari hjá KÍF, hevur tríggjar dagar at fáa sínar spælarar at skifta ham. Hann veit, hvør mótstøða bíðar teimum. Tað tykist sum ein ómøgulig uppgáva at loysa.