?Vit hava mist ein serstakan vita í føroyskum politikki. Deyðsboðini av Finnuri Helmsdal køvdu ein lýsandi vita?, skrivar Javnaðarflokkurin í minningarorðum um tjóðveldistingmann, sum andaðist fyrrapartin í dag ?Í politisku verðini tordi Finnur Helmsdal at standa sum óræddi vitin. Hvørki myrkur ella ódn køvdu blanka ljósið. Deyðin skuldi til.
Soleiðis skrivar Javnaðarflokkurin í minningarorðum um tjóðveldistingmannin.
?Nógvar leiðir eru at velja í politikki. Finnur Helmsdal valdi sína egnu. Hansara leið var eyðkend av dirvi, framfýsni og støðufesti. Hann tordi at standa við sítt, hóast tað rak beint ímóti. Leiðin var eisini eyðkend av teimum málum og miðum, sum lógu honum so sjálvsøgd.
Langt áðrenn hann kom upp í politikk, kendu vit Finn Helmsdal, sum ein mann við sosialum medviti og einum stórum sosialum hjarta. Einum stórum sosialum hjarta, ið hann ikki slepti fyri onkran hissini løtuvinning.
Sama eyðkendi hansara politiska lív. Politikkurin, sum bygdi á sosialt medvit, lá altíð fremst. Hyggja vit aftur á slóðina, er einki løgið, at Finnur Helmsdal var millum teirra, ið stóðu á odda í stríðnum fyri at rætta samkyndum eina løgfrøðiliga hjálpandi hond. Hann var altíð til reiðar at rætta hondina móti teimum veikastu. Tí var tað sjálvsagt fyri Finn, at hann tók oddaábyrgdina á seg í hesum trupla máli.
Øll, sum hava arbeitt saman við Finnuri Helmsdal ? í øllum førum í politikki ? kunnu ásanna, at hann var ein maður, sum var at líta á, tí hann seldi og keypti ikki, sum best bar til. Hann var bersøgin og segði sína meining, uttan at leggja fingrarnar ímillum, og so stóð hann við hesa meining. ?Hann var heldur ikki bangin fyri at ganga ímóti sínum egnu, um vælferðin hjá teimum veikastu varð hótt. Hann visti, hvar hann stóð og visti, hvar hann skuldi fara. At hann so ikki slapp at ganga leiðina lidna, er ein syrgiligur missur ? fyri øll. Finnur Helmsdal var virkin og í nógvum leikum. Altíð heilur og til staðar sum menniskja. Tað, sum vit missa við Finnuri, kann tó ikki samanberast við tað, sum tit ? kona, børn og abbasonur ? hava mist. Lat Guð hjálpa tykkum at hava ljósið í vitanum lýsandi móti tykkum?, skrivar Javnaðarflokkurin í minningarorðunum um Finn Helmsdal.