at uppnáa einsamallur. Orsaka av, at so nógv ung evnarík fólk eru við í X-Factor í ár, hava dómararnir tikið tað avgerð, at aldursmarkið skal flytast niður á 24 ár, so øll sum eru 24 ella eldri eru í tí [...] hevur verið nakað minni enn tað hjá teimum ungu og teimum yvir 24 ár. Men hóast hon hevur nógv stríð frammanfyri sær, so er Linnet glað fyri hesa avbjóðing. - Tað er spennandi við hesari kategoriini, tí fe
Vanligt er, at fólk senda hotellinum teldupost við ynski um at halda fast í bílegging síni eisini komandi ár. Jenny A. í Heiðunum gleðist um, at áhugin er so stórur, serliga tí so nógv gongur fyri seg [...] ólavsøku hevur Hotel Tórshavn ein fyrimun, sigur hon. – Staðsetingin hjá okkum í Vágsbotni gerst ikki nógv betri. Fólki dámar væl at búgva mitt í býnum á ólavsøku, greiðir hon frá. Kømrini hjá Hotel Tórshavn [...] fyri ólavsøkugestirnar, sigur Jenny A. í Heiðunum. – Fáa tey eina góða song, og er kamarið reint, so eru tey glað. Tey búgva jú mitt í miðbýnum á tjóðarhátíð føroyinga. Vit gleða okkum at bjóða gestum
tilsamans sama úrslit, men hon gevur Fólkaflokkinum nógv størri framgognd, og Javnaðarflokkinum nógv størri afturgongd. Lúsingurin til Javnaðarflokkin er so stórur, at flokkurin missir tveir tinglimir í mun [...] leiðsla skiftast út nú, so verður tað við Jørgen Niclasen sum løgmanni í samgongu saman við Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum Tað gevur til samans 17 tingfólk, so sum tvær veljarakanningar [...] 2015. Sambært kanningini, sum varð gjørd týsdagin, mikudagin og hósdagin í hesi vikuni millum 532 fólk, fær Fólkaflokkurin 25% av atkvøðunum og 8 tinglimir, Tjóðveldi 22,6% og 8 tinglimir, Sambandsflokkurin
kann kanska siga, tá ið eg eri í Sandoynni, so eri eg skálavíkingur, tá ið eg eri aðrastaðni í Føroyum, so eri eg sandoyingur, og tá ið eg eri uttanlanda, so eri eg føroyingur, vísti Fríðleif Lydersen á [...] tí vit hava havt og hava eitt ríkt mentunarlív her í sýsluni. Úr Sandoyar sýslu eru komin nógv, og koma nógv íkøst til landsmentanina, samstundis sum vit hava havt og framhaldandi hava ríka mentan í sýsluni [...] Húsavík eru gomlu gróthúsini varðveitt; í Dali er ríka ;kvæðamentanin varðveitt, á Skarvanesi hava fólk aftur búsett seg; á Sandi er eitt hitt frægasta listasavnið her á landi; í Skopun varð fyrsta føroyska
hjá Óla Samró, sum eigur húsini. Nógv ymiskt virksemi hevur verið í Fútastovu gjøgnum árini. Sum navnið sigur vóru húsini fútahús, men tað eru nú nógv ár síðani, at fólk hava búð í Fútastovu ? helst ikki [...] 200 ár aftur í tíðina, so lógu embætishúsini har grannalagnum, sum er elsta búpláss í Havn ? fyrr nevnt ?heima í Havn?. Har búðu eisini sorinskrivarin og handilsforvaltarin. Sum so mong onnur flagtakt hús [...] taðin. Á gomlum myndum síggja vit, at húsini í 1911 hava flag, og at tey í 1920 hava zink á takinum, so vit kunnu staðfesta, at húsini ikki hava havt flag seinastu áleið 90 árini. Flagið, sum nú er lagt
Sjónvarpinum. - Og so kann tað eisini vera stuttligt hjá okkum øðrum at síggja hendan dystin aftur. Nógv verður í dag kjakast, um nøkur framgongd hevur verið síðani, so nú kunu fólk gera sína egnu meting [...] klokkan 16 verður dysturin, sum tey flestu rokna sum ein tann størsta hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í nógv ár. Fyri framman stendur Eysturríki, og tað vekir sjálvandi bæði stór og gleðilig minni hjá hvørjum [...] verður sjálvandi eitt sindur eyka. Vit tosa í løtuni um, hvat og hvussu vit gera hetta. Men eg fari so ikki at nevna smálutirnar her og nú, sigur Tórður Mikkelsen, sum sjálvandi verður av teimum, sum fara
kanska skal vera hansara heim komandi tíðina. Tá hevði hann enn ikki vant við liðnum og visti sum so ikki so nógv meira enn tað, hann segði í útvarpinum í síðstu viku. ? Fyrsta venjingin verður í kvøld, og síðani [...] John Petersen. Hann hevði tá prátað við venjaran hjá Yverdon, sum var blíður, men hann visti ikki so nógv meira um liðið, hann skal venja við. ? Eg veit ikki enn, hvussu støðið er, men eg rokni við, at tað [...] februar. Nakrir av spælarunum hjá felagnum eru yrkisspælarar, men ikki allir. Tað búgva umleið 25.000 fólk í býnum, sum liggur nærhendis Geneve. Um teir í Yverdon eru nøgdir við John Petersen, fer hann beinleiðis
fyri tiltakinum, og teir vanta at síggja nógv fólk leygarkvøldið, tí TB-húsið hevur verið rættuliga væl vitja í seinastuni. Harafturat er tað ikki hvønn dag at ein so stórur bólkur sum Moirae spælir í TB- [...] men teir fara eisini at spæla løg frá tí fyrru fløguni. Bólkurin Moirae er so heppin at hava tveir sangarar, Terja Rasmusen og so tann vælkenda Kim Hansen, sum hevur verið við í nógvum útgávum í seinastuni [...] Vit hava hoyrt nógv til tónleikabólkin Moirae í seinastuni. Í samband við at bólkurin júst hevur givið eina nýggja fløgu út høvdu teir eina sera væleydnaða konsert í Norðurlandahúsinum seinasta fríggjakvøld
nøkulunda støðug, men hon er minkað nógv í mun til fyri t.d. 10-15 árum síðan. Minkaða nýtslan hjá sethúsunum kemur av, at húsini nú eru betur bjálvað, og kreppan lærdi fólk at spara. Tað sama sæst aftur í [...] í minkaðu søluni av bensini. Tað er ikki so nógv óneyðug koyring, sum tað var einaferð. [...] - Vit hava einki ímóti kapping, og haraftrat er bensinið so lítil partur av samlaðu søluni, sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri í Føroya Shell. Tá olja og allir oljuúrdráttirnir verða taldir við, telur besinsølan
hava olju í Orknoyggjum og Hetlandi. So tað gevur nógvar pengar til skotsku stjórnina. Men burtursæð frá tí, so hava skotar ongan áhuga í okkum, sigur Tom Your. ? So vit kenna okkum at vera uttanfyri. Okkara [...] vit hava nógv til felags í mentanarligum høpi. Norðurlendska mentanin er rættiliga sterk á Orknoyggjunum. Vit hava eitt ávíst tilknýti til Skotland, men vit eru ikki skotar. Vit kenna okkum nógv meira heima [...] Tom Your sigur, at teirra søgur eru fólksligar. Søgurnar eru vorðnar ein partur av mentanini, tí fólk dáma væl søgurnar. ? Vit hava eina blanding av ymsum søgum. Vit hava ævintýr ella "wonder tales."